Meining: Frítt val - fyri fríari abort

Modelmynd: Visualhunt.com

Meining: Frítt val - fyri fríari abort

2017-09-05 13:06 Author image
Vegna Frítt val: Billa Jenný Jónleifsdóttir

Kjakið um abort hevur enn eina ferð stungið seg upp seinastu vikurnar, og tað hevur nú veruliga tikið dik á seg. Serliga eru tað politikarar og umboð fyri læknafrøðina, sum hava givið sínar hugsanir til kennar - harav eiri teirra hava talað fyri at fáa eina greiðari og fríari lóggávu á økinum. Men vit hava eisini hoyrt frá bólkum og persónum, ið stuðla ella enntá ynskja at herða verandi lóggávu, og hesar røddir hava verið serliga sjónligar í kjakinum. Ætlanin við hesum skrivi er at geva føroyingum, ið stuðla fríari abort, orðið. Vit, sum her taka orðið, eru ein breiður skari av kvinnum við ymiskum bakgrundum og ymiskum politiskum og átrúnaðarligum áskoða- num. Men felagsmál okkara er eitt ynski um at fáa fría abort í Føroyum og ein vilji at arbeiða fyri hesum máli.


RÆTTURIN TIL EGNAN KROPP

Vit ynskja at stuðla gongdini fram ímóti einum samfelagi, har kvinnur ráða yvir egnum kroppi, og har hvør einstøk kvinna hevur einarætt til at taka avgerðir um mál, ið beinleiðis ávirka likam og lív hennara. Vit viðurkenna, at ongin kvinna ynskir at koma í ta óhepnu støðu at ynskja abort, men at í førum, har ein slík støða kemur fyri, eigur tað at vera kvinnan sjálv - uttan trýst frá lækna, trúarleiðara ella øðrum - ið skal taka hesa avgerð. Hetta sjónarmið tekur støði í einum grundleggjandi áliti á, at kvinnan sjálv er tann, ið best skilir og kennir sína egnu støðu, og at hon tí er tann, ið er best før fyri at taka hesa avgerð. Við hesum sjónarmiði viðurkenna vit eisini, at umstøðurnar kring eina og hvørja viðgongu eru djúpt persónli- gar, og at orsøkirnar til, at ein kvinna kann ynskja sær abort, kunnu vera eins ymiskar og margfaldar sum kvinnurnar, ið ynskja abort.


RÆTTURIN TIL TRYGGA LÆKNAVIÐGERÐ

Av tí at abort ikki er eitt lógartryggjað val við greiðum mannagongdum
og leiðreglum, hava kvinnur í Føroyum ikki javnsettan rætt til trygga læknaviðgerð. Vit tala sterkt ímóti, at serligar umstøður ella ein eyðmýk- jandi góðkenningsrunda, ið er tongd at persónligu meiningunum hjá ymiskum læknum, skal vera ein fyritreyt fyri at kunna fremja eina abort. Vit góðtaka heldur ikki á nakran hátt, at møguleikin fyri at fremja abort skal vera tongdur at, um maður kvinnuna gevur loyvi, ella um løgreglan metir, at ein neyðtøka er farin fram. Tvørturímóti skal avgerðin um abort tryggjast øllum kvinnum - uttan mun til umstøður ella orsøk og uttan mun til, um tær hava ráð at fara uttanlands, ella um tær hava serliga vitan um, hvønn lækna í Føroyum ein skal venda sær til. Tað kann ikki vera rætt, at tær kvinnur, sum ikki hava orkuna, fíggjarligu korini ella neyðu- gu vitanina, standa eftir og verða frátiknar rættin at taka hesa avgerð. Hetta boðar frá einum heilsuverki, sum ger mismun á kvinnum í Føroyum. Fyri at javnseta allar kvinnur, tá tað kemur til ynskið um at fullføra eina viðgongu ella ikki, er neyðugt at gera avgerðina um abort fría og lógliga.


EIN VERULEIKI, IÐ VIT IKKI KUNNU SKÚGVA TIL VIKS


Hvørt okkara politiska skipan góðtekur tað ella ikki, er sannleikin tann, at abortir koma fyri; viðgongur verða steðgaðar, vórðu tað fyrr og fara at vera tað um alla tíð. Spontant og provokerað. Lógliga og ólógliga.
Hetta er ein veruleiki, sum vit ikki kunnu skúgva til viks. Sum samfelag hava vit ábyrgd av at tryggja greiðar mannagongdir og lógarkarmar um hendan veruleika. Í staðin fyri, at hendan avgerð er tongd at privatu áskoðanunum hjá einstøkum læknum, politikarum ella trúarbólkum, eigur politiska skipan okkara at viðurkenna og tryggja øllum kvinnum kunning um og rætt til abort, so at hvør kvinna hevur eitt greitt og virðiligt grundarlag til sjálv at taka ræði og ábyrgd fyri egnum kroppi og egnari framtíð.


KJAKIÐ HELDUR FRAM


Frítt val fer frameftir at koma við eiri skrivum, skipa fyri tiltøkum og stríðast fyri at føroyskar kvinnur fáa fullan rætt yvir egnum kroppi. Øllum sum taka undir við fríari abort og eru áhugað í kjakinum um hetta málið, vilja vit bjóða at dáma facebooksíðuna ”Frítt val – fyri fríari abort”. Øll eru vælkomin at koma við íkastum og at skriva til hesa síðuna, um ein ynskir at gerast partur av virkseminum.

Hervør Pálsdóttir

Gunnhild Persson

Maria Lyager

Billa Jenný Jónleifsdóttir

Ingilín D. Strøm

Turið Maria Jóhansdóttir

Karina Jákupsdóttir

Maibritt Marjunardóttir

Bjørt Lind

Jóhanna Jørgensen

Turið Gaard Hansen

Maud Magnussen

Óluva Nattestad

Kirstin Helgadóttir

Barbara Gaardlykke Apol

Eir Pálsdóttir

Kolbrún í Haraldsstovu

Fríða Hansen

Jónleyg Djurhuus

Annika Lamhauge Mortensen

Karin Reginsdóttir Joensen

Katrin Fríða Jógvansdóttir

Alda Mohr Eyðunardóttir

Hildur Egilsdóttir

Guðrun í Jákupsstovu

Barbara Lætitia Méresse

Elisabeth S. Olsen

Hjørdis Heindriksdóttir

Johanna Roos Slættanes

Maria Lindenskov

Anna Nolsøe Joensen

Jórunn Reginsdóttir

Helena Viberg Olsen

Turið Nolsøe

Randi Holm

Henrietta Haraldsen

Rannvá Danielsen

Yiny Lindudóttir Zhang

Henny Müller Dahl

Birita Skov Christensen

Elsa Berg

Jana Jacobsen

Kristina Skaalum Gunnarstein

Ann Krista í Dali

Ann F. Jacobsen

Annika á Lofti

Marna Jacobsen

Ingun Hentze

Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen

Sigrun Mohr Jónsdóttir

Birgit Eliasen

Katrin V.S. Mortensen

Maria Kristina Smith

Teresa Jákupsdóttir

Katrin Sigurpálsdóttir Kamban

Hjørdis Kiara Zacharissen

Richa Beinta Richardsdóttir

Tove Askham

Oda Kjartansdóttir Strøm

Anný  Djurhuus Øssursdóttir

Birna Gaard

Tina K. Jakobsen

Rakul Sondum

Elisa Vang

Jenný Augustudóttir

Kragesteen

Laura Kathrine Apol

Súsan Hvidbro

Ingibjørg Heindriksdóttir

Barbara Eysturoy

Anna Maria Persson

Sára Maria Dalsgarð

Simona Kárvør Gaini

Jóna Skoubo

Mikkjalsdóttir

Vár Samuelsen

Linda Mortansdóttir

Maria Gulbrandsø Tórgarð

Katrin Dalsgaard Nolsøe

Ragna Ámundardóttir í Geil

Sára Sondum

Turið Hermannsdóttir

Elin Jóannesardóttir

Rasmussen

Bjørt Dánialsdóttir 

Ása Hammershaimb

Christiansen

Margit Durhuus

Lisa í Dali

Sóley Danielsen

Gyða Barbara Jacobæus

Bjørk Sigurdsdóttir

Unn Augustudóttir

Krákustein

Siri í Ólavsstovu Davidsen

Úlvhild Teitsdóttir

Ása Østerø

Eyður Pálsdóttir

Rakul Maria Hjalmarsdóttir Tórgarð

Bryndis Hjartardóttir

Erla Marita Askham

Solveig á Torvlaðnum

Silja Davidsen

Óluva Nolsøe Joensen

Sunneva Háberg Eysturstein

Bergtóra Hanusardóttir

Marjun J. Hentze

Bjørk Maria Kunoy

Elisabet Maria Pálsdóttir

Svanna Højgaard Joensen

Ingigerð Tórmóðsdóttir

Jønsson

Konni Kass

Súsanna Laursen

Lisa í Garði Patursson

Trina Gaard

Beinta Beinisdóttir

Katrina Clementsen Jóna Thomsen  

Marta Káradóttir

Annika Klæmintsdóttir Olsen

Christa Reynheim

Ingibjørg Wentzelsdóttir

Kamband

Anni Djurhuus

Diana Gilstón

Gurið Durhuus

Ingvør Nolsøe

Gunn Weihe Reinert

Malan Óladóttir á Dunga

Mia Haldursdóttir Smith

Sunniva Holm Poulsen

Elin Tóra Turiðardóttir

Guldmann

Karin Kjølbro

Bjørt P. Nónklett

Natasha Barbara Olsen

Elin Brimnes

Brynhild Djurhuus Carlsson

Karen Kristianna Hildardóttir Gram

Beinta á Steig

Elin Sofía á Tjaldrafløtti

Rannvá Pállson Joensen

Karin Brix

Sidsel Jensdatter

Anita Hansen

Bjørt Katrinardóttir

Kragesteen

Marita Milo

Sóldís Petersen

Randi Olsen

Tanja Nielsen

Gunn Poulsen  

Anna Katrin Øssursdóttir

Egilstrøð

Brynja Flóvinsdóttir Mouritsen

Maria Marjunardóttir Dahl

Durita Dahl Andreassen

Anna Louisa Jacobsen

Kristianna Dahl Øster

Gunnvá Zachariassen

Annika Bolton Mortensen

Marita Svartá

Julia Rutt Petersen

Lív Maria Róadóttir Jæger

Laufey Brynhildardóttir

Anja Vidtfeldt Kvilt

Fía Lindenskov

Eivør Pálsdóttir

Elin Lindenskov

Karin Leyvudóttir

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir

Harriet Høgnesen

Sólvør Eldevig

Thora Augustinussen

Helena Sofía í Byrgi

Selma Dahl Erol

Elly K. Andersen

Rebekka DahlThomsen

Fríða Dahl-Olsen

Sanna Andrassardóttir Dahl

Gunnhild Dahl Niclassen

Ása Wraae Olsen

Marita S. Dalsgarð

Tonnie Strøm

Annika Lisberg

Jenny Poulsen

Maria Hansen

Ebba Mortensen

Kristina Gry Berg

Vónbjørt Vang

Elsa Súsanna Dalsgard

Ria Tórgarð

Sissal Ólafsdóttir

Malan Ggholm

Svanna Højgaard Joensen

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður