Meining: Byrjið við pedagogunum

Meining: Byrjið við pedagogunum

2018-01-06 11:50 Author image
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins

Síðani samgongan varð skipað, hava leiðarar hennara ferð eftir ferð ført fram, at ríkidømið landsins er í hondunum á nøkrum fáum, og at mál samgongunnar er at gera broytingar, so hetta ovurhonds ríkidømið kemur øllum til góðar.

Broytingarnar skapa allarhægst nakrar fáar ríkmenn afturat teim verandi.
Tá fiskivinnunýskipanin varð samtykt, mundi samgongureypið ongan enda fingið. Tey heilsaðust, klemmaðust og hálovaðu hvør øðrum, tí nú var gongd komin á, nú fingu øll loksins atgongd til stóra ríkidømið. Tó vita vit øll, at broytingarnar í fiskivinnulóggávuni allarhægst skapa nakrar fáar ríkmenn afturat teim verandi- hvørki meir ella minni. Tosið um umfordeiling gjøgnum fiskivinnunýskipanina er í veruleikanum tað reina bluff!

Unnir man ikki hesum sjálvsagda bólki lut í ríkidøminum?
Men samstundis sum hesir tríggir samonguleiðarar reypa um ríkidømið og egin avrik, so standa nøkur av teim forfordeildu, hesaferð pædagoganir, við dyr teirra og bíða. Bíða spent eftir at orð verða umskapað til verk, tey vænta sær eina virðiliga lønarhækking. Og tað av góðum grundum, tí Poul, Høgni og Aksel siga seg hava opnað dyr til landið, sum “flýtur í  einum ovurhonds ríkidømi”, einum ríkidømi, sum bert bíðar eftir at verða lutað javnt út til øll.

Men hví verður tað ikki gjørt, hví verður drálað við lovaðu umfordeilingini? Hví verða føgru orðini ikki víst í verki! Unna teir ikki hesum sjálvsagda bólki lut í ríkidøminum?

Krógva samgonguleiðararnir seg aftanfyri fíggjarmálaráðharran?
Í løtuni verður alt samfelagið neyðhildið av einum rungandi nei, sum fíggjarmálaráðharrin, samgonguleiðaranna vegna, gevur hesum týdningarmikla samfelagsbólki, sum, eins og vit onnur í veikum løtum, man hava freistast til at trúð lyftum teirra um einar javnari Føroyar.

At tosa teoretiskt um at javna ríkidømi út til øll, fyri síðani í praksis at vísa teimum, sum standa í fremstu røð at fáa hesa javning, frá sær, tað man vera størsta gykl og hykl, sum er víst í nýggjari føroyskari søgu.

Um samgongan ikki í verki játtar pedagogum, og teimum verkafeløgum, sum eftir tey koma, eina virðiliga lønarhækking, eru orð og lyfti teirra tóm- teimum og samgongustuðlum til lítlan sóma.

Meira langlesnaður