Meining: Arbeiða javnaðarløgmenn ímóti okkara demokratisku skipan?

Savnsmynd

Meining: Arbeiða javnaðarløgmenn ímóti okkara demokratisku skipan?

2017-09-04 09:27 Author image
Edmund Joensen

Týdningarmesta uppgáva hjá einum løgmanni er at verja okkara demokratisku skipan. Tað vil siga Grundlóg, Stýrisskipan, Heimastýrislóg, Tingsskipan og sjálvandi lógir annars.

Skyldan hjá løgmonnum er at verja borgarar móti politikarum, sum vilja sníkja broytingar inn og avlaga demokratiið.

Vit plaga at síggja í sjónvarpi, hvussu álvarsliga og hátíðarliga forsetin í USA verður tikin í eið. Við hondini á halgubók svørjir hann at verja og at halda Stýrisskipanina, ”The Constitution”.

I Fólkatinginum verður skrivað undir at halda Grundlógina, áðrenn ein fólkatingslimur kann taka sæti i Tinginum.

Teir arbeiða ímóti

Her í Føroyum letur til, at javnaðarløgmenn ikki hava somu fatan av, hvat ið týdningarmesta uppgávan hjá einum løgmanni er.

Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður, knúlvaðist við at leggja eitt flaggdagsálit fyri Tingið, sum tó fall burtur á ólavsøku, men sum hann kortini pástóð framvegis var í Tinginum. Partur av álitinum minti mest um prosatekst.

Málið varð latið Tinginum hálvhjartað, og úrslitið var hareftir. Onki kom burturúr.

Við sonevndu ”stjórnarskipanini” hjá verandi løgmanni eru ongar viðmerkingar, sum útgreina lógaruppskotið. Og hesuferð eru Palliba og Marsanna biðin um at senda viðmerkingar inn til løgmann.

Gudarnir skulu vita, hvussu tey skulu hava nakran kjans at gera seg galdandi, tá ongar viðmerkingar eru, sum neyvt siga, hvat ið landstýrisins ætlan er, og nú fremstu advokatar ógvast við.

Í Tingskipanini stendur, at greiðast skal frá ”innihaldinum av hvørjari einstakari grein í uppskotinum. Eisini skal her verða greitt frá ætlanini við greinini, og hvussu hon skal skiljast”.

Við ongum viðmerkingum verður sjálvt Løgtingsskrivstovan á ”Herrens mark”, tá ið lógin skal umsitast.

Føroyskur heimarættur

Annars lystir mær at vita, hvør ætlanin við føroyskum heimarætti er?

I verandi Styriskipanarlóg er ásett, at valrætt til Løgtingið hevur hvør, ið fylt hevur 18 ár, hevur danskan heimarætt og er heimahoyrandi í Føroyum.

I uppskotinum hjá verandi javnaðarløgmanni verður hetta broytt.

Orðini ”heimahoyrandi í Føroyum” eru ikki við í ”stjórnarskipanini”, sum løgmaður sendi til hoyringar. 

Er veruliga ætlanin at geva valrætt til ikki heimahoyrandi í Føroyum í túsundtalið?

Er meiningin veruliga, at túsundtals føroyingar, ið búgva uttanlands, skulu avgera, hvat henda skal í Føroyum? Skal loysingin nú hava hjálp úr Danmark og útlondum?

Nú skulu tey spæla við valrættinum, og tað vóni eg ikki, at føroyingar finna seg í.

Hví er Jóannes firtin?

Annars skilji eg av lesarabrævinum hjá Jóannesi Eidesgaard, at hann er firtin, tí eg ikki nevndi hann í fyrra lesarabrævi mínum sum ein av teimum, ið setur dagsskránna í Javnaðarflokkinum.

Eg umberi.

Jóannes góði! Tú skrivar nakað, sum hvørki tú ella onnur í Føroyum trúgva uppá.

Sambandsflokkurin hevur altíð viljað havt fullan og prístalsviðgjørdan blokkstuðul. Løgið kennist tað, at tú sum samgonguleiðari ikki so frætt sum fekk pristalsviðgerina upp á aftur aftan á fullveldislandsstýrið. Men tað er at fegnast um, at í seinastu samgongu við Fólkaflokkin bar til, tað gekk sum fótur í hosu.

At so Javnaðarflokkurin saman við Tjóðveldinum eina ferð afturat fastfrystur blokkstuðulin, sum føroyingar eiga fult og heilt, tað sigur alt um Javnaðarflokkin.

Avlaga demokratiið

At enda eru tað útsagnirnar hjá verandi formanni Javnaðarfloksins um, at sonevnda ”stjórnarskipanin” viðhvørt skal standa við síðuna av Ríkisgrundlógini og stundum undir Ríkisgrundlógini.

Hetta er at troðka Ríkisgrundlógina av, og avleiðingin er loysing.

Stór synd er at síggja, hvussu Aksel V. Johannesen er noyddur til at bukta og benda seg og taka pástandir úr leysum lofti.

Tá ið ein løgmaður ikki verjir sínar borgarar móti politikarum og ikki virðir Ríkisgrundlógina og yvirskipaðar lógir í Føroyum, tá er spurningurin: nær fær tað avleiðingar?

 

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður