Meining: Annika Olsen veit betur

Mynd: Savnsmynd

Meining: Annika Olsen veit betur

2017-08-25 09:30 Author image
Heðin Mortensen

Nógv fyri at hoyra, at borgarstjórin uttan nakað hald í veruleikanum tosar um upptak, tí Tórshavnar kommuna hevur ongantíð verið betur fyri enn tað sama!

Skal stutt greiðast frá, hvat politikkur er, so snýr tað seg um raðfestingar. Fyrst skalt tú finna útav, hvat tú ætlar tær at gera, og síðani hvussu tú ætlar at gera tað. Sjálvur kenni eg ikki til annan máta at gera tingini, eftir at hava sitið í 45 ár í Tórshavnar býráð undir skiftandi leiðslum og umstøðum annars. 

Nú nýggj leiðsla er komin á Vaglinum, er hetta opinbart ikki meginreglan longur, tí nú situr allur meirilutin upp á útkikk. Kikað verður nátt og dag út í ta bláu luft eftir umberingum fyri, at ongar ætlanir eru, einki arbeiðslag og tí heldur ongar raðfestingar. Orsøkin eitist at vera, at har er ikki arbeiðandi, tí hini hava skyldina! 

Hetta er í veruleikanum tað, Annika Olsen, borgarstjóri, staðfestir og váttar í sínum aftursvari til mín fyrr í vikuni, tí hennara aftursvar er ein samandráttur av hjálparleysa júkinum, ið higartil hevur verið einasta signalið av Vaglinum hesar skjótt farnu átta mánaðirnar: Vit fáa einki gjørt!

 

Krevur aftursvar!

Hevði hon so bara verið erlig og sagt, at tey duga ikki, tíma ikki ella megna ikki, so hevði tað verið til at skilt. Men tvørturímóti verður bara – og einki annað enn tað – skylda upp á undanfarna býráð, ið stýrdi so vanlukkuliga, at tað nú skal eitast fyri at vera eitt upptak, sum stendur fyri framman. Veruleikin er, at Tórshavnar kommuna hevur ongantíð verið betur fyri enn tað sama!

Alt tað, ið higartil er avrikað av núverandi býráðsmeiriluta, er liðugtgerð av tí, undanfarni meiriluti setti í verk. Tí haldi eg, at Annika Olsen ítøkiliga skal koma út og svara ordiliga, heldur enn bara at peika og siga »góða mamma, tað var ikki eg«! Eg vænti mær sjálvandi eitt púra greitt svar, tí slíkar grovar skuldsetingar kunnu ikki fara ósvaraðar aftur við borðinum!

Skuldi talan verið um nakað óskil, mátti hon tikið tað upp innanfloks eisini, tí Fólkaflokkurin hevur verið við í tí, sum er avrikað – enntá hennara egni síðumaður í býráðnum, Bogi Andreasen. Í nakrar tímar eftir býráðsvalið skrivaðu bæði hon og Bogi enntá undir uppá, at haldast skuldi fram í sama stíli næstu fýra árini... 

 

Til skorin klæði

Støðan hjá Tórshavnar kommunu er so góð, at tað sømir seg slett ikki, at Annika Olsen blakar við runu og tosar um upptak, tí hon er so sanniliga komin til skorin klæði. Turru tølini vísa, at skattaprosentið í Tórshavnar kommunu í ár er 19%, sum er tvey prosent lægri enn miðalskattaprosentið í øllum landinum, umframt at barnafrádrátturin er heilar 8.000 krónur.

Annika Olsen kann bara hyggja í roknskapirnar fyri síðstu 12 árini, ið – allir sum ein – vísa yvirskot, umframt at Tórshavnar kommuna eigur 140 milliónir krónur á bók. Á talvuni niðanfyri sæst enntá eitt yvirlit yvir allar lántøkurnar, ið hava fíggjað alt tað, sum er sett í gongd hesi árini: 0 krónur!

 

Lántøkur hjá Tórshavnar kommunu

Boðanesheimið, 0,00 kr.

Skúlin við Løgmannabreyt, 0,00 kr.

Skúlan á Argjum, 0,00 kr.

Brúgv um Sandá, 0,00 kr.

Trappan í Vágsbotni, 0,00 kr.

Guli skúli, 0,00 kr.

200 grundstykki, 0,00 kr.

Keyp av umsitingarbygningi, 0,00 kr.

Umbygging av Birkilund, 0,00 kr.

Barnagarður í Kollafirði, 0,00 kr.

Bátabrúgvar í Havn, 0,00 kr.

Bátabrúgvar í Kollafirði, 0,00 kr.

Müllers Pakkhús, 0,00 kr.

Nýggjur kirkjugarður í Kaldbak, 0,00 kr.

Nýggjur kirkjugarður í Hoyvík, 0,00 kr.

Útbygging av kirkjugarði í Havn, 0,00 kr.

Útbygging av brennistøð og jarnmóttøku, 0,00 kr.

Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju, 0,00 kr.

Nýggj ítróttarhøll á Argjum, 0,00 kr.

Dupulthøll á Hálsi í Havn, 0,00 kr.

Bygging av Tórsvølli, 0,00 kr.

Bussleiðin, 0,00 kr.

Fótbóltsvøllur í Hoyvík, 0,00 kr.

Vegir og kloakkir, 0,00 kr.

Spælipláss um alla kommununa, 0,00 kr.

Frílendisgøtur, 0,00 kr.

Steinatún, 0,00 kr.

 

Heldur enn at geva undanfarna býráðsmeiriluta skyldina fyri sítt egna maktarloysi, áttu Annika Olsen og hini í nýggja býráðsmeirilutanum at meldað greitt út og sagt, hvat tey ætla. Higartil er altso einki hent, og tað finni eg meg slett ikki í at fáa at fáa skyldina fyri!

 

Heðin Mortensen

býráðslimur

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður