Margnevnt er einkarbarn

Margnevnt er einkarbarn

Vit hava hugt eftir kelinøvnunum hjá teimum tjúgu fótbóltsfeløgunum í Premier League

2017-10-07 09:35 Author image
Emil Jacobsen

Margnevnt er einkarbarn, verður onkuntíð sagt. Ella sum danir siga: Kært barn har mange navne.

Soleiðis er eisini við fótbóltsfeløgum, ikki minst í Onglandi, har so at siga øll feløg hava okkurt kelinavn umframt almenna navnið. Summi av hesum kelinøvnum eru rættiliga sjálvsøgd, meðan onnur eru meira kreativ. Og tað er lætt at finna upprunan til summi av hesum kelinøvnunum, men onnur eru ikki so løtt at greiða frá.

Vit hava hugt eftir kelinøvnunum hjá teimum tjúgu feløgunum í Premier League.


AFC Bournemouth

Felagið varð stovnað í 1890 og fekk tá navnið Boscombe St. John’s Institute, men heilt síðani felagið fekk Dean Court sum heimavøll í 1910, hevur kelinavnið The Cherries hingið við liðnum.

Júst hví liðið verður rópt The Cherries (kirsuberini), er ikki heilt greitt, men felagið sjálvt nevnir tvær møguligar orsøkir. Onnur er, at liturin á leikbúnanum tá var kirsuberjareyður, og hin meira kreativa frágreiðingin er, at heimavøllurin Dean Court varð bygdur beint við ein stóran garð við eini rúgvu av kirsuberjatrøum.


Arsenal FC

Kelinavnið The Gunners hevur sama uppruna sum sjálvt navnið á felagnum. Felagið varð stovnað seint í 19. øld av arbeiðarunum hjá The Royal Arsenal, har vápn til bretska herin vórðu framleidd og goymd, og felagið fekk navnið Woolwich Arsenal.

At byrja við helt felagið til í landsynningspartinum av London, men tá felagið í 1913 flutti til norðara partin av býnum, varð Woolwich tikið úr navninum, so tað bert æt Arsenal.


Brighton & Hove Albion FC

Brighton er á ensku suðurstrondini og kelinavnið er The Seagulls. Men tað var eftir øllum at døma ikki fyrr enn í 1970-unum, at kelinavnið veruliga fekk luft undir veingirnar, so at siga. Hetta var undir einum dysti móti Crystal Palace, sum hevur kelinavnið The Eagles. Viðhaldsfólkini hjá Palace róptu ”Eagles”, og Brighton-viðhaldsfólkini svaraðu aftur við ”Seagulls”.

Í 1977 fekk felagið nýtt búmerki, har fiskimásin var við, og síðani tá hevur kelinavnið hingið við.


Burnley FC

Í 1910 tók Burnley FC sær litirnar ”claret and blue” – vínreytt og blátt – og hevur havt hesar litirnar síðani. Av tí sama verður Burnley vanliga eisini rópt The Clarets.

Tað sigst, at Burnley í síni tíð valdi hesar litirnar fyri at líkjast Aston Villa, sum var millum bestu liðini í Onglandi seint í 19. øld og tíðliga í 20. øld.


Chelsea FC

Í dag er Chelsea best kent sum “The Blues”, men eitt eldri kelinavn er The Pensioners. Á fyrsta búmerkinum hjá felagnum frá 1905 er ein mynd av einum pensionisti, sum ein viðurkenning til The Royal Chelsea Hospital, har veteranar úr herinum búðu.

Í 1950-unum varð pensionisturin skiftur út við eina leyvu, og leyvan verður til tíðir eisini brúkt sum eitt kelinavn hjá felagnum.


Crystal Palace FC

Síðani fyrst í 1970-unum hevur Crystal Palace verið kent sum The Eagles. Tá varð búmerkið broytt, og liðið fór at spæla í stríputa reyða og bláa búnanum, sum vit kenna hann í dag.

Annars hevði Crystal Palace, sum er eitt av elstu feløgunum í Onglandi, eisini kelinavnið The Glaziers orsakað av týðiliga sambandinum við stóra framsýningarhølið Victorian Crystal Palace, sum ein partur av syðra London er uppkallaður eftir, og har fótbóltsfelagið sá dagsins ljós.


Everton FC

Eitt kelinavn í sjáldsamara endanum er The Toffees – karamellurnar – sum Everton vanliga verður kallað. Ein søga um kelinavnið sigur, at ein víðagitin og elligamal karamelluhandil var í økinum, nevndur Ye Ancient Everton Toffee House. Hesin handilin skuldi vera nærhendis Prince Rupert’s Tower, sum eisini er við í búmerkinum hjá felagnum.

Merkisvert er tó, at Everton FC hevur ongantíð spælt í Everton-býarpartinum av Liverpool.


Huddersfield Town FC

Kelinavnið hjá Huddersfield Town stavar frá 1969 og varð funnið eftir eina atkvøðugreiðslu millum viðhaldsfólkini. Og navnið er The Terriers. Terrierhundurin verður ofta settur í samband við Yorkshire, og tá felagið kom upp í bestu deildina í 1970, var tað við nýggjum búmerki við einum terrierhundi á.

Maskottarnir Terry og Tilly syrgja fyri undirhaldinum til heimadystir, og teir eru sjálvandi eisini terrierhundar.


Leicester City FC

Upprunaliga varð Leicester City stovnað av skúlanæmingum í 1884 og fekk tá navnið Leicester Fosse. Gamli rómverski vegurin Fosse Way gekk gjøgnum býin. Men kelinavnið The Foxes hevur einki við hetta at gera.

Landsluturin Leicestershire verður mettur sum staðið, har revaveiða byrjaði miðskeiðis í 18. øld, og revurin sæst aftur í mongum búmerkjum har á leiðini. Stutt eftir seinna heimskríggj kom revurin eisini til fótbóltsliðið.


Liverpool FC

Sum vera man kemur kelinavnið The Reds hjá Liverpool frá reyða leikbúnanum. Nakað annað er so, at upprunaliga spældi Liverpool í bláum og hvítum. Seinni bleiv tað til reyðar troyggjur og hvítar brøkur,  og ikki fyrr enn í 1964 bleiv búnin heilt reyður.

Hugskotið til reyða búnan átti táverandi venjarin Bill Shankly, sum metti, at reyðar troyggjur og reyðar brøkur virkaðu meira ræðandi fyri mótstøðuliðini.


Manchester City FC

Ljósabláa liðið úr Manchester verður ofta rópt The Sky Blues, men “almenna” kelinavnið er The Citizens og stavar sjálvsagt frá eftirnavninum hjá felagnum.

Hildið verður, at Manchester City altíð hevur spælt í ljósabláum, eisini áðrenn 1890, tá felagið skifti frá Ardwick AFC til núverandi navnið. Einki nágreiniligt svar finst um, hví felagið valdi júst ljósabláa litin.


Manchester United FC

Felagið varð stovnað undir navninum Newton Heath og fekk tá kelinavnið The Heathens – bæði tí tað minti um navnið á liðnum og tí søgur siga, at hetta var fyrsta enska fótbóltsfelag, sum spældi dyst sunnudag.

Seinni broytti felagið navn til Manchester United, og liturin bleiv reyður. Skjótt bleiv kelinavnið The Reds og síðani The Red Devils sum ein viðurkenning av rugbyliðnum úr Salford, sum franskir miðlar í 1930-unum doyptu ”Les Diables Rouges.”


Newcastle United FC

Kelinavnið The Magpies – fuglaslagið skjóra – hevur Newcastle United fingið frá hvíta og svarta leikbúnanum. Newcastle United er ein samanlegging frá 1892 millum Newcastle East End, sum var tað betra liðið, og Newcastle West End, sum leigaði vøllin St. James’ Park.

Nýggja Newcastle United helt fram at spæla í reyða og hvíta búnanum hjá East End, men í 1894 varð avgerð tikin um at fáa ein leikbúna, sum ikki hevði samband við nakað av gomlu feløgunum.


Southampton FC

Eitt av kendastu og mest brúktu kelinøvnum í enskum fótbólti er The Saints, sum Southampton kalla seg. Felagið hevur sín uppruna í St. Mary’s kirkjuni í 1885, har ungir menn stovnaðu fótbóltsfelagið St. Mary’s YMA. Seinni skifti felagið navn fleiri ferðir, men St.-parturin var altíð við.

Í 1897 skifti felagið endaliga navn til Southampton FC, og tá felagið so fekk eitt spildurnýtt stadion í 2001, fekk tað sjálvandi navnið St. Mary’s Stadium.


Stoke City FC

Við stovningardegi í 1863 er Stoke City eitt av heimsins elstu fótbóltsfeløgum, og kelinavnið The Potters hevur eisini djúpar røtur í gamla lokalsamfelagnum.

Heilt frá tíðliga í 17. øld hevur økið við Stoke verið kent fyri sítt pottamakaravirksemi, og tá fótbóltsliðið hjá býnum skuldi hava eitt kelinavn, gav tað seg næstan sjálvt.


Swansea City AFC

Tað er rættiliga sjálvsagt at stytta navnið hjá Swansea niður til The Swans, og tað kelinavnið hevur eisini verið brúkt í fleiri ár. Men Swansea hevur eisini eitt annað og eldri kelinavn, nevniliga The Jacks.

Hvaðani tað navnið stavar, er ikki heilt vist. Onkur heldur, at tað sipar til sjómenn í 1800-talinum, sum vórðu róptir ”Jack Tars”, og onkur annar vil vera við, at tað kemur frá hundinum Swansea Jack, sum í 1930-unum bjargaði tilsamans 27 fólkum frá at drukna.


Tottenham Hotspur FC

Sum vera man er The Spurs ein stytting av fulla navninum hjá felagnum, men meira áhugavert er kanska at vita, hví felagið yvirhøvur eitur Hotspur, tá tað vanliga er City, United, Rovers ella Athletic.

Hendan søgan stavar frá 14. øld. Tá fekk riddarin Sir Henry Percy kelinavnið Hotspur, tí hann var so kvikur og djarvur. Sagt varð eisini, at familjan hjá honum átti jørð við Tottenham. Tá talan so í 1882 bleiv um at stovna eitt fótbóltsfelag í Tottenham, var upplagt at heiðra riddaranum. Fram til 1884 æt felagið bara Hotspur FC.


Watford FC

Guli og svarti liturin hjá Watford FC hevur givið liðnum kelinavnið The Hornets – vespurnar – men tað var ikki fyrr enn í 1959, at felagið valdi sær hesar litirnar. Áðrenn tað hevði Watford spælt í øllum møguligum ymsum litum, bæði bláum, svørt-hvítum og reyðum.

Seinni kom ein vespa eisini við í búmerkið, men í 1978 bleiv tað aftur broytt til ein hjørt (á enskum ”hart”). Hetta kom av, at felagið hevur heima í Hertfordshire, sum sigst hava fingið sítt navn frá hjørtinum.


West Bromwich Albion FC

Heimavøllurin hjá West Bromwich Albion er The Hawthorns, á føroyskum tyrnurunnarnir. Tá fekk liðið eisini kelinavnið The Throstles – trøstur – sum eisini sæst í búmerkinum hjá felagnum tann dag í dag, tí trøstar ofta vóru at síggja í tyrnurunnunum við vøllin.

Hinvegin er ikki so lætt at siga, hvaðani nýggjara kelinavnið The Baggies kemur frá. Tað er heldur ikki fyrr enn seinastu árini, at felagið sjálvt hevur viðurkent hetta kelinavnið. Ein vælumtókt frágreiðing er, at navnið kemur frá løggutu (á enskum ”baggy”) buksunum, sum viðhaldsfólk gingu í, tá tey komu til dyst beinleiðis frá verksmiðjunum. Ein onnur frágreiðing er, at tað kemur frá taskunum, sum viðhaldsfólk gingu við fyri at útvega felagnum pengar í 1905.


West Ham United FC

Í dag er vanligt at kalla West Ham United fyri The Hammers, men veruliga kelinavnið er The Irons og stavar frá upprunanum í 1895, tá eitt fótbóltsfelag varð stovnað til starvsfólk hjá Thames Ironwork har eysturi í London.

Thames Ironwork FC var eisini navnið á felagnum fram til 1900. Tá vóru eisini tveir hamarar, brúktir til skipasmíð, settir í búmerkið, og tískil bleiv kelinavnið eisini The Hammers.

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður