Leiðari í Yrkisdeplinum settur

Leiðari í Yrkisdeplinum settur

2017-12-05 09:02 Author image
Innsent

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Randi Frederiksberg í starvið sum leiðari í Yrkisdeplinum.

Randi Frederiksberg er 48 ára gomul og útbúgvin landafrøðingur frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Eisini hevur hon eina altjóða MBA útbúgving frá Spania.

Randi Frederiksberg hevur fjølbroyttar starvsroyndir innan ráðgeving og leiðslu. Hon hevur verið leiðari innan vinnumenning í Tórshavnar kommunu, umframt innan lestrarumsiting á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur eisini royndir sum sjálvstøðugt vinnurekandi og hevur undirvíst á Glasi.

18 umsóknir vóru til starvið. Randi Frederiksberg byrjar í starvinum 1. januar 2018.

Meira langlesnaður