Landsstýrismaður misrøkir landsins áhugamál

Landsstýrismaður misrøkir landsins áhugamál

2017-12-02 08:46 Author image
Bárður S. Nielsen

Í dag hevur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum gjørt Føroyum fyri skommum

Tá ið landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum er sintur inn á danskar politikarar, skrivar hann sonevndar kronikkir ella tíðargreinar í Sosialinum.

”Tíðargreinin” í Sosialinum í gjár skuldi helst vera okkurt slag av priki til uttanríkisráðharran, Anders Samuelsen.

Poul Michelsen vil jú ikki góðtaka, at uttanríkispolitiska heimildarlógin, ið er samtykt av Føroya Løgtingi, setur mørk, hóast Føroyar hava framúr víðar heimildir á uttanríkisøkjum, ið viðvíkja Føroyum.

Helst er farið út um mark í einum altjóða sáttmála, sum landsstýrismaðurin nú velur at kalla ”yvirlýsing”.

Fornermilsið hjá landsstýrismanninum gjørdi í dag Føroyum fyri skommum á ráðstevnuni um arktis, ið nevndist: International High-Level Conference “The SDGs in the Arctic: Local and Global Perspectives”.

Landsstýrismaðurin vildi ikki møta á ráðstevnuni, sum Føroyar, Grønland og Danmark skipaðu fyri í Keypmannahavn um arktisk áhugamál hjá teimum trimum londunum.

At áhugin fyri arktis er stórur, sást á luttøkuni. Nógvar av heimsins tjóðum luttóku og vóru forvitnar eftir at frætta um áhugamál Føroya í arktis.

Tjóðirnar – umframt umboð fyri ST – fingu tó einki at vita, tí landsstýrismaðurin vildi ikki møta. Hann boykottaði ráðstevnuna, og tað kann als ikki góðtakast. Landsstýrið umboðaði ikki Føroyar á ráðstevnuni, og tað líkist ongum.

Landsstýrið – og serliga landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum – má nú taka seg saman, og røkja landsins áhugamál.

Bárður S. Nielsen

Meira langlesnaður