Landsstýriskvinnan hevur tilnevnt limirnar í Etiska Ráðnum

Landsstýriskvinnan hevur tilnevnt limirnar í Etiska Ráðnum

2017-12-04 10:53 Author image
Innsent

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur tilnevnt teir tilsamans níggju limirnar, sum fara at mynda Etiska ráðið komandi fýra árini. Hildur við Høgadalsá verður forkvinna í nýggja ráðnum, sum fer til verka um ársskiftið.

Tey tilnevndu eru:

Hildur við Høgadalsá er tilnevnd forkvinna. Hildur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið limur í  Sjúkrarøktaretiska ráðnum, harumframt var hon eitt tíðarskeið forkvinna í ráðnum. Á yrkisleið síni hevur hon starvast víða innan heilsuverkið, harav meginpartin av tíðini á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum.
Tilnevnd av landsstýriskvinnuni í heilsumálum.

Steintóra Samuelsen, serlækni í gynækologi/obstretrik og starvast sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.
Tilnevnd av landsstýriskvinnuni í heilsumálum.

Jógvan D. Hansen, útbúgvin Cand. Phil. og starvast sum lærari í heimsspeki.
Tilnevndur eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

Richard Schwartzson, útbúgvin farmaceut MSc (IT) og er KT leiðari á Tjaldurs Apoteki.
Tilnevndur eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

Sólbjørg Frederiksberg, útbúgvin fysioterapeutur og starvast á fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum.
Tilnevnd eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi.

Jákup H. Foldbo, útbúgvin Cand. Scient. Soc. og starvast sum trivnaðarleiðari í Runavíkar kommunu.
Tilnevndur eftir tilmæli frá Kommunufelagnum.

Leif Olsen, útbúgvin sosialráðgevi og starvast sum ráðgevi í Almannaverkinum.
Tilnevndur eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni í almannamálum.

Debes H. Christiansen, útbúgvin lívfrøðingur og starvast sum deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Tilnevndur eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum.

Marjun Bæk, fyrrverandi sóknarprestur og hevur eisini í fleiri ár virkað sum sjómansprestur.
Tilnevnd eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni í mentamálum.

 

 

Meira langlesnaður