Landsinnsavningin 2017

Landsinnsavningin 2017

2017-10-04 12:39 Author image
Innsent

Í sambandi við árligu landsinnsavningina hjá Reyða Krossi seinasta mánaða, leygardagin tann 16. september, gav innsavningin tilsamans 836.000 kr.

Fleiri hundrað fólk hjálptu sjálvboðin við landsinnsavningini.
Í fjør gjørdist endaliga úrslitið av landsinnsavningini kr. 950.000. Úrslitið í ár er kr.114.000 minni enn í fjør og er ein av orsøkunum tann, at vit ikki fingu nokk av fólki at ganga við bússum í Tórshavn.

Enn einaferð kunnu vit staðfesta, at við landsinnsavningini stendur Føroya fólk saman um at stuðla hjálpararbeiðiðnum hjá Reyða Krossi, og vit takka øllum hjartaliga fyri hjálp og stuðul.

Vit takka øllum tykkum kring landið, ið samskipaðu innsavningina í tykkara øki, og vit takka tykkum, ið gingu við bússunum og tykkum, sum peningaliga og á annan hátt stuðlaðu Reyða Krossi.

Eisini takka vit føroysku peningastovnunum og tykkara starvsfólkum, umframt føroysku fyritøkunum, sum lótu pening og annan stuðul til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

Hvat samla vit inn til
Vit samla inn til at hjálpa bæði úti í heimi og í Føroyum. 500.000 børn og vaksin flýggja í løtuni undan valdsgerðum og ágangi í Myanmar. Í Sýria eru familjur fangaðar í krígsherðjanum økjum. Í Yemen berjast børn fyri lívinum orsaka av kolera og hungri. Aðrar staðir í verðini standa fólk uttan tak yvir høvdi orsaka av ódnum. Smáar og stórar vanlukkir rópa eftir okkara hjálp hvønn dag.

Í Føroyum hjálpa vit fólki m.a. við klædnahjálpini til barnafamiljur í trongstøðu, vitjanartænastu til einlig, samarittatænastu á festivalum o.ø, fyrstuhjálparskeið og við klædnaendunýtslu, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya.

 

 

 

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður