Kvinnurnar áttu kvøldið á Golden Globes

Mynd: epa.eu

Kvinnurnar áttu kvøldið á Golden Globes

2018-01-08 14:13 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tað vóru svartklæddar stjørnur í hópatalið, ið gingu eftir reyðu langmottuni til Golden Globe virðislønahandanina í nátt. Longu áðrenn tiltakið fór av bakkastokki, var tað greitt, #MeToo átakið enn gjørdi seg galdandi í Hollywood-verðini. Stjørnurnar vóru í svørtum fyri at heiðra tey fólkini, ið høvdu traðkað fram, og talað at kynsligum ágangi. 
Filmsframleiðarin, Harvey Weinstein, ið var tann fyrsti at blíva ákærdur fyri ógvusligan kynsligan ágang, var ikki til staðar til handanina.

Tað var ikki bert í litinum av klæðunum, at stjørnurnar søgdu frá. Eisini í røðunum hjá teimum mongu, ið fingu heiðurslønir, valdu tey at seta orð á trupulleikan við kynsligum ágangi í filsmverðini og birtu vón um eina framtíð, har tað ikki var neyðugt at siga "Me Too" longur.

Av heiðurslønum ið vórðu givnar, vóru tað eisini kvinnurnar, ið fóru við nógvum. Filmurin, Three Billboards Outside Ebbing, Missouri, vann heiðurslønina besti filmur. Filmurin snýr seg um eina kvinnu, ið velir at taka málið í egnar hendir, tá dóttir hennara verður myrd. 
Eisini vann HBO-sjónvarpsrøðin, Big Little Lies, heili fýra heiðurslønir. Røðin setir eisini kynsligan ágang og harðskap á breddan.

Kenda leikarinnan og sjónvarpsverturin, Oprah Winfrey, bleiv heiðrað við tí serligu Cecil B Demille heiðurslønini, ið er givin fyri serligt avrik gjøgnum alt lívið.
Oprah legði í røðu síni dent á umboðan av fólki av ymiskum húðarlitum og uppruna innan filmsverðina, um rasustríði í USA og á tað ovurstóra bragdið, tær kvinnur høvdu framt, ið høvdu traðkað fram í samband við #MeToo.
Oprah er fyrsta myrka kvinna nakrantíð, ið fær Cecil B Demille heiðurslønina.

Meira langlesnaður