Kundi Oprah Winfrey verið amerikanskt forsetavalevni í 2020?

Kundi Oprah Winfrey verið amerikanskt forsetavalevni í 2020?

2018-01-10 16:04 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Hon hevur ikki sagt tað sjálv. Men onkursvegna er tað komið út í orð, og longu nú eru gitingarnar nógvar og vónirnar stórar um, at sjónvarpsverturin og leikarinnan, Oprah Winfrey, stillar upp sum forsetavalevni í USA í 2020.

Í vikuskiftinum vóru Golden Globes virðislønir handaðar í Los Angeles, California. Tað kvøldið varð Oprað Winfrey heiðrað við tí serligu Cecil B. DeMille heiðurslønini, ið er givin fyri einastandandi lívsavrik. Oprah helt eina megnartalu, ið kom inn á stríðið um borgararættindini hjá myrkum í USA, um kvinnurørsluna og um #MeToo átakið.

Síðan hesa røðuna, eru gitingarnar um at Winfrey kundi verið møguligt forsetavalevni, vorðnar enn sterkari.

Danska avísin Politiken hevur í dag gjørt eina vangamynd av Oprah Winfrey, ið roynir at greina, uppá hvønn hátt Oprah Winfrey kundi verið eitt gott forsetavalevni.

Oprah Winfrey er fødd og uppvaksin í sera ringum og fátæksligum korum í suðurstatunum í USA. Hon vaks upp hjá mammu síni, har hon var offur fyri insest og harðskapi. Sum tannáringur flýggjaði hon til pápa sín og tað var í hesum árum at hon fann styrkina til at koma sær úr sínari støðu. Í dag er ríkkona og heimskend og eitt heilt óvanligt dømi um sosialan mobilitet. Søgan um hvussu hon megnaði at koma sær úr sínum ringu korum og skapa sær sína egnu eydnu, hóskar væl til amerikonsku tankagongdina um tann amerikanska dreymin.

Hóast hon og Donald Trump bæði í dag eru kend úr undirhaldsheiminum og bæði eru ógvuliga rík, so eru tey eisini stórir mótsetningar á nógvum økjum. Hon er komin úr fátæksligum korum, tað er hann ikki. Hon hevur eisini, sum hon alsamt gjørdist meira kend, brúkt sína støðu til at varpa ljós á mong politisk mál. Millum annað var hon alment mótstandari av krígnum í Irak. Hon stuðlaði herferðini hjá Barack Obama tá hann stillaði upp sum forseti. Hon hevur eisini mangan tala fyri betraðum rættindum hjá samkyndum í heiminum.

Hennara søga, bæði persónliga og í hennara yrki, vísir at Oprah er ein kvinna við nógvum meiningum og við nógvari ávirkan. Sambært Politiken er Oprah ein tann kvinnan í USA, ið flestir amerikanarar síggja upp til. Tað kundi tískil ikki verið heilt óhugsandi, at Oprah hevði kunnað fingið undirtøku millum amerikumenn sum forsetavalevni.

Meira langlesnaður