Kongurin livir á svenskum

Kongurin livir á svenskum

2017-05-06 08:40 Author image
Dimma

Í august í ár eru 40 ár síðan Elvis doyði og Norðurlandahúsið heiðrar konginum við eini konsert við svenska bólkinumFröken Elvis.

“Kongurin livir á svenskum!” (DN), “Hon gevur Elvis sangum nýtt lív” (Mitt i Søderort).

Soleiðis umrøða svenskir miðlar hendan einastandandi tónleikabólkin. Fröken Elvis spæla Elvis-sangir, sum eru umsettir til svenskt og útsettir av nýggjum umframt eitt sindur av egnum tónleiki. Framførslan hjá teimum er fjálg og skemtilig, men eisini eitt sindur álvarssom. Og sjálvandi full av tónleiki, kærleika og eini rúgvu av ymsum ljóðførum.

Fyrsta útgávan hjá Fröken Elvis "Elvis på svenska" kom út í 2015 og gjørdist nummar 19 á svensku hittlistunum. Nú, summarið 2017, geva tær næstu fløguna. "Kungen & Jag" út.

Frøken Elvis eru: Camilla Fritzén (sangur og umsetingar), Lisa Bodelius (trombon, kontrabas, klaver, harmoniku, kórsang og umsetingar), Maria Olsson (trummur, slageverk og kórsang), Josefin Berge (gittar, mandolin og kórsang) og Sanna Andersson (kontrabass, gittar, ukulele, melodica og kórsang).

Fröken Elvis spæla leygardagin 19. august kl 19.30 í Norðurlandahúsinum.

Meira langlesnaður