Klumman: Tvangsinnløgd til kvalitetstíð

Klumman: Tvangsinnløgd til kvalitetstíð

2017-12-01 15:37 Author image
Simona Midjord

Herfyri fingu vit, ið starvast á Landssjúkarahúsinum, í boði at blíva koppsett fyri árligu influensuna. Eg hugsaði at taka av, tí eg eri ein teirra, ið liggi eftirá hvønn vetur.

Løgið.

Men eg gloymdi tað og knappliga bankaði influensutíðin á dyrnar - sama morgun, sum maðurin fór uttanlands í arbeiðsørindum. Fyrst var tann yngsta rakt. Hini bæði børnini hava altíð verið somikið ússalig, tá tey hava verið sjúk, at tað faktist hevur verið rættiliga hugnaligt, tá tey hava verið hálvdeyð. So løtt at hava við at gera, ongi krøv uttan eitt glas av vatni og nógv klemm, sovandi í ørmum mínum. Men frellan...

Tað er nokk nakað um tað, tá man tosar um mannfólka- og konufólkainfluensu. Hon ið hevur mestan fepur, er “fyr og flamme,” til mikið stríð hjá mær, sum eri rakt av mannfólkainfluensu. Her er ongin “góða mamma”. Panodil og ein sterk øl, og so í sving. Vit báðar hava klipt nissur, gjørt piparnøtir og siropskøkur. Hon hevur so málað nakrar av teimum til at hanga upp. Hvar goymir hon hasa orkuna. Tá eg so royni at stjala mær løtur til at leggja meg við varmadunkinum og hvíla eymu liðirnar, fái eg at vita, at henni leingist eftir babba, tí hann er nógv fittari. Nógv skal man hoyra..

Men tað rakti meg, tá vit sótu millum nissur, lím og smákøkur, at tað er nógv fyri, at hesar hugnaløtur nú skulu verða pressaðar saman við fepurdøgunum, tí tíðin hinar dagarnar ikki strekkir til. Kanska er tað nattúran, sum hevur gjørt tað soleiðis eftir at vit hava pressað meira og meira inn í kalendaran, og tí náa minni og minni av tí, sum kanska veruliga hevur týdning, nei eg veit ikki. Men eg havi so hugnað mær, um eg ætlaði tað ella ei.


Fríggjadagin er árligi jólafrokosturin á skránni. Sjálvandi siti eg sjálvboðin í jólafrokostbólkinum, tí eg haldi meg verða so festliga, at tað næstan er spell um eg ikki eri við. Men so - og hetta er faktist ikki fyrstu ferð, tá tað kemur til at vit skulu samla tropparnar og veruliga bróta upp um armar, skaffa stólar og bestikk, dúkar og alt hitt - so liggi eg her heima og skrivi klummu og snísi mær. Og so mugu hini bara renna, meðan eg liggi. Og meðan eg liggi her, og friður er fallin yvir lonina, so hoyrist snísaríðið og hostaríðið og “mamma, eg eri ússalig, kann eg sova inni hjá tær? Eg eri tyst! Eg eri sjúk! Eg eri ússalig!!” Hvar er alt hatta har ússaliga um dagin? Hví er tað mest sjónligt um náttina, tá man liggur og heldur um koddan? Fyrranáttina sá hon trøll ið runnu runt í luftini. So hyggur hon at mær, sum sær hon meg broytast meðan hon hyggur, og heldur fyri eyguni og grætur. “Tú sær vemmilig út. Eg vil hava babba at koma”
- Ja elskaða, mamma vil eisini hava babba at koma. Mamma vil eisini hava babba at koma...”

 

Meira langlesnaður