Klumman: Sólbrendir smáir devlar

Klumman: Sólbrendir smáir devlar

2017-09-01 10:27 Author image
Simona Midjord

Tann 7. morgunin eg vaknaði, og sólin hitaði mest sum ov, strekti eg meg og sá til mína ræðslu, at bæði tey yngstu børnini høvdu fingið smá horn í pannuna. Undan lakinum, sum er tað mesta man orkar at balla seg við í hesum hitanum, stungu tveir halar, við hesum eyðkenda spíska snippinum uttast á.

Eg gekk inn í stovuna, har tann elsti lá, men har var alt sum tað átti. Hann lá við oyramikrofonum, við telefon og sambandi við internetið. Og tað var munurin!
Harragud vit hugsaðu lítið, tá vit avgjørdu at lata ipaddin liggja eftir í Føroyum, tí børnini skuldu læra at hava tað stuttligt uttan, tí nú fóru vit at ferðast sum familja. Fnys!
Enn vóru tey ikki farin til hendurs, tey svóvu. Men tað var so skjótt, so var friðurin úti.
“Eg eri svong, men eg dámi ikki tað spanska breyðið, eg dámi ikki spanskt yogurt, eg dámi onki í Spania!”
 “Eg doyggi í hungri, men eg vil bara hava egg, uttan blommu, og stokt bacon. Eg dámi ikki vatnið, djúsið smakkar løgið, eg dámi bara sodavatn.”
– Hvat við súrepli? Tað plagar at gagnast væl.
“Ja, men also súreplini í Spania smakka slett ikki sum í Føroyum. Pizzain smakkar onki væl, lasagnan smakkar ikki sum hon plagar, spagetti og kjøtsósin smakkar løgið, eg vil sleppa á Burger King ella MacDonalds. Eg helt, at grísurin fór at smakka sum ommusa sunnudagsdøgurði, men her er ongin sós, og kipsini eru bara slett ikki sum tey plaga. Eg vil sleppa heim til Føroyar!”
Gott at køliskápið var á tremur við øli…
“Hygg, nú eta tit hetta her (sodavatn og breyð við nutella til morgunmat!), og so fara tit í hylin.”
Plask, plask í hylinum, í 10 minuttir. “Eg tími ikki meir, tað er so kalt, eg keði meg, her er onki at gera! Kann eg brúka tína telefon?”
– Bíða nú, mamma kemur út beinanvegin, eg skal líka... Seinni fara vit í vatnland!
“Kunnu vit fara nú? Er tað langt at ganga? Eg orki ikki at ganga, so má eg berast! Eg gangi ikki meir, so seti eg meg bara her! Tóri hugdi eftir mær!”
– Hon hugdi fyrst eftir mær!
“Mamma, hann blívur við at hyggja!
– Hon byrjaði!
Tigið nú við tykkum, gangi nú bara.
“Eg skal pissa!”
– He, eg pissaði í hylin í áðni.
“Hann gálvaði!
– Gjørdi eg ikki. Hon lýgur!
(Ein vika hevði verið ivaleyst, við børnum...)
Men so kom hon sjálv, grannaomman sum ein frelsandi eingil.
“Vissi tit lova mær at passa væl uppá hendan her og minnast til at taka hann við heim aftur, so skulu tit sleppa at hava hann eftir her.” Hon rætti teimum ein ipad.
Hómaði eg ikki eina gloriu rundan um høvur hennara?
Og alsamt sum vøkru tónarnar frá pinkypie og legochima fyltu stovuna, sá eg hornini og halarnar á smádevlunum minka burtur í onki sum minuttirnir gingu. Let the vacation begin!

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður