Klumman: Skomm?

Klumman: Skomm?

2017-04-22 11:33 Author image
Dimma

Kenslan av snúltaríi, ein fluga á vegginum, har hon ikki hoyrir heima. Soleiðis kenni eg meg fyri tíðina. Sum ein lúrari, ið traðkar inn um eitt mark, sum langt síðani er viskað út, fyri mítt viðkomandi. Ja, satt at siga fyri einum 20 árum síðani. Eg loyvi mær at kalla hetta eina epidemi. Øll sum eg tosi við hava tað á sama hátt, ja also, allar kvinnurnar. Kvinnurnar á arbeiðsplássinum, kvinnurnar eg møti til handils. “Nú vísir tað seg at Isak nokk er bøssi! Tað fer tíðin at vísa, men hann hevur fríggjað við einum drongi, so tað kundi bent á tað. Og Eva og Jonas! Tey gjørdu tað bara liðugt. Og William og Nora! Hvat man tað fara at enda við? Eg sat og bíðaði eftir, at hann skuldi mussa hana, men so endaði parturin. Aja, man kennir alt aftur."
Og vit møta til arbeiðis við hovnum eygum, tí vit hava sitið alt ov leingi uppi, tí nú er mánadagur, og so koma fýra partar aftrat, ið verða vístir í sjónvarpinum og lagdir út á heimasíðuna, vissi man ikki nær at síggja (ella tað burdu tað verið, men kringvarpið ger ikki so skjótt av við at leggja partarnar út, sum eg vildi ynskt!)
Eg googlaði William, aka Thomas Hayes, og Noru, aka Josefine Frida Pettersen, í gjár. Bara fyri at fregnast eitt sindur. Hvat eru hetta fyri fantastisk fólk, sum spæla nakað so væl, at man kennir alt aftur? Allar tankarnar man gekk við tá, stúranir, longsulin eftir at passa inn og verða partur av einum bólki. Eg kann identifisera meg við fleiri av rollunum, men eisini síggi eg fleiri av teimum, eg gekk í student við, í leikarunum. Vissi tit ikki longu hava gitt tað, so tosi eg um norsku sjónvarpsrøðina “Skam”, sum kringvarpið keypti fyri stuttum. Ein røð, sum nokk eftir røttum burdi verið fylgd av soninum, ið er 14 ár. Men nei, her í húsinum er tað mamman uppá 39 ár, sum ikki kann lata ein part fara framvið. Hví? Tí hon er so ektað!
Tað tykist, sum eg róti í gomlum skuffum, sum langt síðani eru læstar, samstundis sum eg eri í løtuni, beint her, í einum heilt øðrum stað í lívinum, við heilt øðrum og fleiri royndum enn tá. Og hóast eg ikki kann lata vera við at hyggja, so fái eg eitt sindur ilt í búkin, tí minnini skola innyvir meg, og eg kundi ikki hugsað mær at uppliva tannárini aftur, slett ikki. Samstundis verið eg mint á tíðina, sum er farin alt ov skjótt. Nakað tað sama sum, tá eg finni gomlu skógvaeskjuna fram við gomlum myndum, brøvum og gomlu dagbókini. Tað tykist løgið, at eg einaferð havi átt hasar tankarnar, hóast eg minnist so væl, tá eg skrivaði teir niður. Í dag hevði eg slett ikki hugsað soleiðis, sum eg gjørdi tá, tað er sum at lesa dagbókina hjá einum barni, sum eg meiri ella minni eisini var. Og tað er stórt at hava teir svart uppá hvítt, mínir 20 ára gomlu tankar.
Viss ikki tit longu kenna røðina, kann hon absolut viðmælast!

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður