Klumman: Next stop: Copenhagen

Klumman: Next stop: Copenhagen

2017-11-03 14:27 Author image
Simona Midjord

Ná, men eg havi verið “på farten” í weekendini.

Eg var til ein temadag saman við einum starvsfelaga ið var hildin í Middelfart. Túrurin vardi frá hósdegi til leygardag. Og fyrsta stop var Keypmannahavn.

Tað er heilt ótrúligt, hvat tvær føroyskar damir kunnu fáa burturúr nøkrum fáum tímum í høvuðstaðnum niðri. Álvaratos. Reint forgjørt!

Tað er ikki frítt, at føroysku nøvnini og brongluttu kjøpenhavnsku frasurnar seta nakrar stuttligar misskiljingar í gongd. Eitt nú tá man skal keypa sær ein stóran Café Latte inni í Starbucks. So skriva tey navnið á pappírskoppin og rópa navnið hart og týðiliga, tá kaffið er klárt. Og tað bleiv tað so eisini hjá mær og starvsfelaganum “Tuli”, sum Starbucks hevði navngivið hana.

Tá man drekkur nógvar latté, shoppar amok og drekkir onkra vatnfløsku í skundi, tí tað er so heitt inni í H&M, kann man vænta at skula kasta sær av vatninum imillum keypini. So fær man møguleika at vitja fleiri vesi uppá stutta tíð. Eitt nú á høvuðsbanagarðinum. Har kostar tað forrestin 5 krónur at pissa, skuldi nakar ivast. Man sleppir ikki tvær í senn, tí tað er akra sum, tá man skal í flogfarið og scannar “boardingkortið” inn, so fer portrið upp og ein sleppur ígjøgnum. Tá fleiri portur eru, kann tað geva misskiljingar. Tað gjørdi tað eisini hjá okkum. Serliga tá man vil illa pissa og roynir at skunda sær. So kiksar alt, so typiskt. Opinbart valdi Tuli skeivt portur, tí maðurin sum passaði pissiportrini, segði okkurt sum ljóðaði sum “højere”. Eg kann gott siga sum er, vit høvdu deilt eina vínfløsku á eini kinesiskari matstovu áðrenn pitstoppið á banagarðinum, so tað koyrdi ikki líka skjótt sum tað plagdi í erva. Portrið Tulusa megin riggaði ikki, tí royndi pissipassarin at guida okkum til høgru, men vit skiltu ikki og vóru í ferð við at lyfta kuffertini “højere op”, tí vit hildu, at vit skuldu lyfta tey uppum portrið.

Højere”, skilja tit? Ná, men at enda fangaðu vit tað og fóru til høgru. Kuffertið slapp ígjøgnum fyri 5 krónur, men so fór portrið fyri aftur, og vit vóru enn ikki komnar innum. 

Forbiðið, sum har luktaði súrt, og tað sum verri er. Ongin ruskspann var inni á vesinum heldur. Vesirullan var tóm, men tíbetur vóru handserviettar til taks. Ikki akra sum at turka sær við “lambi”, men tað gekk vissi man bara skuldi “dubba”. Tá eg kom út til vaskið stóðu fleiri menn og vaskaðu sær hendur. So fall fimmoyrað. Vit vóru endaðar á mannfólkavesinum!

Summir starvsfelagir eru bara betri enn aðrir. Teir liggja saman í dupultsong á “solbakken”, flenna eftir degnum sum fór og hjálpast til við at fáa alt tað keypta í kuffertið, soleiðis at man fær fordeilt hasi 20 kiloini. Og so lurtar man eftir undanfarna parti av “Mórugøtu”, sum man ikki hoyrdi, tí man var á flogi, og flennir við tárum, tí alt er bara nógv stuttligari, tá man deilir eina lítla Asti, sum man ikki fekk stundir at drekka umborð, afturvið kempistóra sjokolátabollanum frá “lagkagehuset".

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður