Klumman: Holumaður “við Sjógv”

Klumman: Holumaður “við Sjógv”

2017-10-06 16:15 Author image
Simona Midjord

Í Kollafirði, hava vit eina café/barr, sum vit gleðast um. Har kann man keypa sær okkurt gott til matna, kanska okkurt leskandi, ella seta seg at síggja fótbóltsdyst á stórskíggja og fara á pubbqviss fríggjakvøld. Tað er stak hugnaligt og mangan sera stuttligt.

Fríggjakvøldið var eg so heppin, at eg bleiv biðin um at hava qvissina. Har var nógv fólk komið saman til eitt stuttligt kvøld. Bara lokalir kollfirðingar. Men tað hendir meiri enn so, at onkrir vestmenningar detta inn á gólvið, ella onkrir vilstir havnarmenn. Fríggjakvøldið var onki undantak.

Teir høvdu verið ein túr norðanfyri, og duttu so inn “á Sjógv” á síni leið aftur til høvuðsstaðin.

Onkuntíð hevur man kanska brúk fyri at síggja onnur andlit, og soleiðis var bestemt hjá holumanninum í barrini. Beistið var stórt sum ein gorilla, breiðar herðar, høgur sum eg veit ikki hvat, trimmaður um heysin og eg vildi lagt høvdið á blokkin, at tað var ein blanding av heitum blóði í hasum kroppinum eisini. Tað sást á eygunum.

“Trenar tú í Yndi?” spurdi hann. Nadoy, sæst tað longu, hugsaði eg við mær sjálvari og hálovaði lagurbygninginum á Hjalla fyri sítt íkast til mín væltrimmaða kropp.

“Ísuss, Burn, sært tú tað?”

Hann sá út sum hann ivaðist í, hvat hann skuldi svara. Hatta var kanska bara ein “opening line”, sum hann altíð brúkti, tá hann royndi at koma í prát við konufólk, og hevði ikki væntað, at eg fór at spyrja nærri.

So gekk ein løta. Sum hevði hann hugsað seg væl um, hvussu hann skuldi koyra samtaluna víðari, eftir mín ivasama spurning, “um man sá tað”.

“Túwe, Burn sigur tú? Tað dámar mær.”

– Ja, tað er heilt okey, svaraði eg, rankaði ryggin, og spenti rumpuna.

“Býrt í Kollafirði?”

– Gift til Kollafjørð, so her er onki at koma eftir, segði eg og blunkaði. 

“Spell, at tú er upptikin.”

– Hví? Hvat hevði tú gjørt um eg ikki var?

Nú stóð hann aftur og ivaðist í, hvussu hann skuldi svara.

“Hvat eg hevði gjørt? So hevði eg simpilthen tikið teg heim við og...” (so kom ein rúgva av orðum sum ikki eru borðbar til Dimmu.)

– Ná, hevði tú tað? Vorið sum skoritriks, svaraði eg og setti meg nærri at mínum lágbeintu kollfirðingavinum, í fall at hann knappliga bara fann uppá at gera tað sum hann akra segði.

Nú stóð hann aftur og hugsaði, sum skilti hann ikki ordiliga viðmerkingina.

“Skoritriks? Hatta hevur onki við nakað skoritriks at gera, hatta er bara fakta”, svaraði hann.

Eg sá fyri mær, hvussu hann fór dragsandi við mær, eftir hárinum, við gassa í hond, meðan eg onki petti hevði at skula hava sagt. Ella hvussu hann tveitti meg uppá økslina og fór berandi avstað við mær, meðan eg skríggjandi rópti eftir hjálp og fekk eitt slag við gassanum í heysin.

Restina av kvøldinum royndi eg at halda eyguni opin, í fall at gassin rakti, og andaði lættan, tá bilurin við holumonnunum endiliga vendi nøsini móti Havnini.

Men also... koma teir norðuraftur hendan vegin, so eru teir meir enn vælkomnir at detta inn aftur á ta lokalu ;o)

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður