Klumman: Á date við manninum

Klumman: Á date við manninum

2017-09-08 16:14 Author image
Simona Midjord

“Í kvøld fara tit bæði út, einsamøll. Vit hava børnini. Tað er ikki til diskussión”, segði grannaomman ein morgun vit lógu við poolin.”Tað hava øll brúk fyri”.
Píkarill. Gud viti um hon hevði lagt merki til hendan øra stemningin vit vóru í, sum kemur, tá man dag og dagliga gongur hálvnakin forbí hvønn annan, í hesum spanska hitanum, men ikki hevur rúm fyri at sleppa ørskapinum leysum, vegna børn sum ganga um beinini á einum allan dagin.
Vaksnamannaprát, flirtr, flætta fingrar, lata seg pent í og drekka mojitos? “tak som byder."
– Hvat skulu vit velja úr menuini. Vit kunnu líka so væl taka 3 rættir, nú vit endiliga eru farin út. “Eg vænti ikki eg orki, orki so ikki dessért.”
– Stuttligt allíkavæl, eg eti nógv meiri enn tú!
“Eg veit."
– Ótrúligt at so nógv kann passa í ein so lítlan búk.
 “Lítlan og lítlan, he”, segði hann og skonkti sær meira upp í glasið.
– Jamen eg meini tað. Næstan 40 ár, og føli meg betur enn nakrantíð! Fleiri ferðir havi eg hugsað, at eg burdi lagt kropp til hjá “Mirjam&Janus”, eri bara ikki komin til tað enn. Uhm, hetta sær gott út. Áhjø, er onki smør til breyðið? Hví liggur tað yviri á tínum tallerki? Vit burdu biðið um eyka breyð.”
Hann skonkti uppí aftur, og drakk í stórum slurkum.
– Íjøsus, tú hevur longu drukkið hálva fløsku, áðrenn vit eru byrjað. Áh so herligt at sleppa út, ha? Ansa bara eftir, tú skal klára at ganga heim, hihi.
“Tú, ehm, Hevur tú nakrantíð hugsað um, at tað kanska ikki bara er turkitrumlan sum ger, at klæðini tódna?” 
– Hvussu meinar tú?
“Ja also, sum tú sjálv nevndi í áðni, so etir tú... kanska... í meira lagi... viðhvørt.”
– Ja, eg veit! Eg skilji slett ikki sjálv at eg klári tað! Eri merkiliga heppin við hesi forbrenningini. Tað setir seg slett ikki! Onki soleiðis.
“Nei. Men, tá vit blivu gift, fyri 8 árum síðani, minnist eg tað akra sum, at tú var eitt sindur nettari. Nú vigar tú tað sama sum eg.”
– Also...hví nevnir tú hetta her?
“Nei also, tað er ikki tað at tú ikki sær gott út”.
– Eg veit ;o)
“ Men tað er bara tað, at fleiri kilo eyka, eru ikki góð fyri heilsuna. Og eg veit ikki ordiliga um tú hevur eina realistiska fatan av tíni egnu spegilsmynd.”
– Realistiska fatan? Also, eg eri “all that” og meir aftrat ;o)
“Kennir tú hina myndina av einum heldur rundum manni, sum stendur og speglar sær, og sær spegilsmyndina sum ein bodybuildara? Tann myndin avspeglar væl tína hugsan um teg sjálva. Og eg eri eitt sindur bangin fyri, at tú inni í tínum egna høvdi heldur, at tú enn vigar tað sama sum... fyri... nokkso langtsíðani... Men tað gert tú ikki.”
Nú tømdi hann vínfløskuna.
Og so er tað tað. Hvussu tók konan ímóti hesi realitetsvekingini.
Tað finna vit útav í komandi viku. Gott vikuskiftið!

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður