Klumman - Januar 2018

Klumman - Januar 2018

2018-01-05 12:52 Author image
Simona Midjord

Klokkan er 22.30 og prátaríið av tí mittasta hoyrist úr kamarinum. Ringt at sovna “longu”, eftir at hava havt feriu og sjálvur at hava avgjørt seingjartíðirnar. 

Eg havi tendrað mær Netflix, og seinasti partur av “Manhunt – Unabomber” leikar á skíggjanum. Glasið á borðinum er fylt upp til tromina við vatni, tí nú er liðugt við øl, og stokkarnir liggja við síðuna av mær her, í sofuni. Eg líti at vakra pyntaða jólatrænum og hugsi um at pakka tað saman, saman við hinum jólapyntinum, um vikuskiftið. Reyðu skógvarnir, sum eru komnir heim úr Danmark við svigers í kvøld, standa á gólvinum. Teir mugu impregnerast, áðrenn eg fari at brúka teir. Ein eftirlíkningur av lekru skónum fra Billibi, men ikki sami kvalitetur, men hvat tá, “show off”, fyri 200 krónur. So skal man ikki vænta tað sama. 

Ein skál við karamellum, reyðum og appelsingulum, sum ongin hevur etið, og sum ongin nakrantíð fer at eta, standa til pynt á borðinum. Eg veit longu, at tær enda í bommskálini hjá grýlunum í februar. 

Ein silvurlitt floyta við silvurfrynsum liggur undir borðinum. Ein rest frá nýggjárinum, sum ikki er ruddað upp. 
Fyrsti skúladagur eftir jólaferiuna er í morgin. Eg grúi fyri at fáa dreingirnar upp so tíðliga. Tann yngsta liggur í songini við ipaddinum, og tann mittasti skeldar um, at hon ikki enn er farin í song. Hon, sum er fýra ár yngri enn hann, sleppur at verða longri uppi. Men hon skal ikki tíðliga upp, tí hon sleppur ikki í barnagarð. 

– Nær? Nær sleppi eg aftur í barnagarð mamma? Eg leingist eftir hinum børnunum, og at sleppa at spæla við tey. 

“Mamma leingist eisini eftir, at tú sleppir at spæla við tey, elskaða.” (Og tað meini eg av heilum huga!)
Eg royni sum frægast at greiða frá, at konurnar, sum arbeiða á stovninum (á hennara stovni arbeiða bara konur), ikki fara aftur til arbeiðis, fyrr enn tær fáa meiri pengar fyri at fara til arbeiðis. Tað er ringt hjá einum seks ára gomlum at skilja, og ringt hjá mær at forklára.

 “Mamma, tú kanst geva teimum av tínum pengum". Og eg, sum eri bangin fyri, at tað er júst tað sum fer at henda, tí vit sjúkrøktingar vóru fyrstir í stríðnum um lønarhækkan, fyri ikki meir enn nøkrum vikum síðani, haldi fast um mín virtuella pengapung. Eg havi fingið mín part. Men ongin skal taka hann frá mær aftur.
So hon koyrir feriustílin, í vónandi ikki ov langa tíð aftrat. 

í morgin byrjar “Burn” aftur, klokkan 05.53. Vanliga fari eg til arbeiðis aftaná, men í morgin fari eg aftur til hús, tí eg fái ikki barnið passað. Fyrsti arbeiðsdagur hjá mær var í gjár, eftir tveir tímar av svøvni í nátt. Tá man liggur og bíðar eftir at vekkarin fer at vekka, og telir tímar, tit vita. 

Eftir allan jólamatin, riv, ræst kjøt, dunnu, karamellur og kransakøkubitar, valdu vit at eta flak i kvøld. Maðurin helt, at vit skuldu droppa leyksmeltið, men tað var eg ikki heilt við uppá. Biða til i morgin við at droppa feittið.

Hendan avrúsingin má henda spakuliga.

Meira langlesnaður