Klumman - It's the most wonderful time of the year... næstan

Klumman - It's the most wonderful time of the year... næstan

2017-11-10 15:28 Author image
Simona Midjord

Tú veitst hvat klokkan er sligin, tá hon skal flytast ein tíma aftur, og tá maðurin byrjar at tosa um, at hann má minnast til at skifta summardekkini um til vetrardekk. Longu? Vit hava akra verið í summarferiu!

Men “den er god nok”, Skælingsfjall er hvítnað um toppin, og inni í stovuni blomstra bæði hin hvíti og hin pinkfarvaði novemberkaktusin. Og í messenger koma eini boð fyri og annað eftir: 
“Hvat ynskja børnini sær í jólagávu?”
Huff, “same procedure every year”, løgið, eg ikki havi funnið útav tí enn, at hesir spurningarnir fara at koma, og at eg havi skrivað niður so hvørt hvat børnini mangla. Men eg útseti tað hvørt ár, so endin er tann, at eg má leggja høvdið í blot fyri at vita, hvat tey burdu manglað, sum kundi verið ein góð jólagáva, og sum eg ikki sjálv longu havi keypt.
Tann elsti, til dømis. Tá man fer av landinum, so skrivar hann bæði eitt og annað sum hann manglar, og sum hann ynskir sær, sum eg endi við at keypa. Tá eg havi keypt, hugsi eg, “hatta kundi verið ein góð gáva frá ommuni og abbanum, men tað má blíva næstu ferð, tí nú havi eg longu keypt.”
Mitt ímillum allar hinar avtalurnar poppar knappliga ein innbjóðing upp í outlook, um at nú er tíðin komin til at fyrireika árliga jólafrokostin, og “minnist til at taka øll tey góðu hugskotini við á fund!" Lokala kaféin diskar upp við j-degi, og lýsingarbløðini eru á tremur við tilboðum við piparnøtum, mandarinum, rís og kirsuberjasós. Og ikki at gloyma miðlingin, sum fylti runt fyrr í vikuni. Mamusa novemberkaktus fylti 10 ár og hevði bjóðað dreingjunum í flokkinum út at bowla. Til teirra, ið hugsa, um hetta kann loysa seg, er svarið eitt greitt ja! Vit koyrdu við býarbussinum úr Kollafirði (ja, hann koyrir heilt norð her og tað er ókeypis) til Havnar, fóru av við svimjihøllina og so beint í bowlinghøllina.
Børnini bowla ein tíma, fáa burgara, chips og sodavatn og ein ís. Og føðingardagsbarnið fær eina lítla gávu frá bowlinghøllini. Fólkini, sum arbeiða har, eru so blíð eisini, og pen! Tann eini mannligi verturin bleiv við at siga “góða” við meg og bjóðaði kaffi “on the house”. Well, ein fínur máti at fáa mammu at føla, at hon eisini er nakað serligt. Og har var onki óført. Tá man spurdi um eitthvørt var svarið “ja taveidenn tú skal fáa”. Tað besta av øllum, onki upptak! Alt hetta fyri 90 kr. fyri hvørt barn. Fantastiskt! Og tá alt var liðugt, so spældu børnini eina løtu við allar spælimaskinurnar, onkur hugdi eftir “Ramasjang” og eg drakk ein kaffi aftrat. So yvir aftur í bussskýlið, upp í bussin, ein rundtúr í Havn og so norðaftur. Akra fyri.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður