Klaksvík vil vera grønasta kommuna í landinum

Klaksvík vil vera grønasta kommuna í landinum

2017-09-28 13:32 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Klaksvíkar kommuna hevur orðað ein orku- og umhvørvispolitikk, og vil nú hoyra meiningina hjá borgarunum. Til og við 9. oktober hava borgarar í Klaksvíkar kommunu møguleikan at siga sína hugsan, um hvussu Klaksvíkar kommuna gerst grønasta kommunan í landinum.

Kommunan hevur lagt eitt skjal ið orðar orku- og umhvørvispolitikkin hjá kommununi. Skjalið nevnir millum annað betri skipaðar ruddingardagar í kommununi, umframt betraðar endurnýtslustøðir og at vatnverkið skal góðkennast av Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Eisini nevnir skjalið, at kommunan er farin í holt við eina umfatandi sjóhitaverkætlan, sum i fyrsta syfti skal nýtast til at hita kommunalar bygningar. Síðan skal hendan verkætlanin víðkast at umfata fleiri øki.

Meira langlesnaður