Kjak á Fólkatingi um burkaforboð

Mynd: Visualhunt.com (Tilvildarlig mynd. Tvær kvinnur í niqab)

Kjak á Fólkatingi um burkaforboð

2017-10-05 13:49 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Danski flokkurin, Dansk Folkeparti, vil nú hava forboð móti at ganga í burka og niqab. Tað skrivar DR.

Fólkatingslimur fyri Dansk Folkeparti, Peter Skaarup, leggur press á flokkarnar Socialdemokratiet og Venstre, og vil hava eitt svar, um hvat hesir flokkarnir halda um uppskotið. Hvørki Socialdemokratiet ella Venstre hava tikið endaliga støðu til uppskotið.

Mette Frederiksen, fólkatingslimur fyri Socialdemokratiet, sigur, at hóast hon er ímóti burka og niqab, so er hon ikki før fyri at taka endaliga støðu til uppskotið enn. Fyrst vil hon vita, hvussu eitt slíkt forboð skal handhevjast. Skal man koma í fongsul fyri at ganga í burka? Ella fáa bót? Skal løgreglan hava til uppgávu at lata tær kvinnur, ið ganga í burka, úr? Slíkir spurningar mugu svarast áðrenn eitt slítk forboð kann setast í verk, sigur Mette Frederiksen.

Burka og niqab eru pløgg ið ofta eru brúkt av muslimskum kvinnum í miðeystri. Ein burka fjalir allan kroppin, hárið, andlitið og eisini eyguni hjá kvinnuni. Ein niqab fjalir alt, uttan eyguni.
Hesi pløggini eru sera umdeild. Mong halda, at tey eru kvinnukúgandi og at ongar kvinnur velja at ganga í hesum sjálvbodnar. Onnur halda, at tað má vera upp til tann einstaka at avgerða, hvussu man vil lata seg í ella ikki.

Tað eru tó mong lond, ið hava snikkað lógaruppskot saman um hesi pløggini. Frakland, Eysturríki, Sveis og Holland eru nøkur av teimum evropeisku londunum, ið hava lógir um hetta. Í Fraklandi er tað ólógligt undir øllum umstøðum, at ganga við burka. Í Hollandi er tað lógligt, men í ávísum støðum, har tað er neyðugt at síggja andlitið á fólki, er tað ólógligt. Hetta er t.d. í størvum innan skúlaverk, heilsuverk og almenna flutningskervið.

Meira langlesnaður