Kina vil koyra grønt

Mynd: Visualhunt.com

Kina vil koyra grønt

2017-09-11 13:29 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Kinesisku stórbýirnir, Beijing og Shanghai eru millum teir mest dálkaðu býirnir í heiminum. Hesir býirnir, og alt landið sum heild, berjist við stórar trupulleikar við roykblandaðari toku.

Í vikuskiftinum var fundur hildin fyri at finna útav, hvussu hesin skitni trupulleikin kann loysast. Kinesiski ráðharrin í vinnu- og kunningartøkni, Xin Guobin, boðaði í vikuskiftinum frá, at arbeitt verður við einari ætlan um, at skifta siðbundnar olju- og dieselbilar út. Tað skrivar DR.

Hetta kann skapa eitt gott høvi fyri kinesisku bilavinnuna, at gerast meiri grøn og burðardygg. Kinesiska bilvinnan telur 170 bilafyritøkur, og í fjør bleiv ein hálv millión kinesiskir el-bilar seldir. Afturímóti kann sigast at sum heild blivu 28 milliónir bilar seldir í Kina í fjør.

Hóast munurin millum seldar el-bilar og siðbundnar bilar enn er stórur, so er Kina longu tann størsti marknaðurin fyri el-bilar í heiminum. Og tað eru el-bilar, ið kinesisku myndugleikarnir vilja hava at vinna frama. 

Enn hava tey ikki sett greið mál um nær olju- og dieselbilar skulu vera skiftir út. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður