Kim Larsen hevur fingið staðfest krabbamein í prostata

Kim Larsen hevur fingið staðfest krabbamein í prostata

2018-01-03 11:24 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tann eyðkendi, fólkakæri danski sangarin og tónleikarin, Kim Larsen, fekk í desember mánaða staðfest krabbamein í prostata. Tað skrivar DR.

Nú í januar og fram til mars mánaða, skuldi Kim Larsen og Kjukken á konsertferð um alt Danmark. Tað var gravgangur eftir atgongumerkjum, og eru so at siga allar konsertir útseldar. Men í dag má Kim Larsen kunngerða, at konsertirnar eru avlýstar. Meðan viðgerðin fyri krabbameini stendur á, hevur hann ikki nóg nógva orku til, at fara undir so nógvar konsertir, ið nú liggja fyri framman.

Í einari almannakunngerð um avlýstu konsertferðina á Facebook, sigur Kim Larsen, at "eg orsaki bæði fyri áskoðarum og fyriskiparum. Eg eri við at gerast gamal, og hóast tað býður mær sterkt ímóti, má eg viðganga, at eg havi tørv á tíð, at koma fyri meg. Eg rokni tó við, at vera klárur at spæla aftur í summar."


Meira langlesnaður