Kim Jong-un og Trump hótta hvønn annan

Mynd: epa.eu

Kim Jong-un og Trump hótta hvønn annan

2018-01-03 09:02 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Seinastu mánaðirnar hevur støðan verið spent millum londini USA og Norðurkorea. Í gjár gjørdist støðan til eitt "eg-eri-størri-enn-tú"-kjak millum statsleiðararnar Donald Trump og Kim Jong-un.

Í nýggjársrøðu sínari hevði Kim Jong-un nevniliga gjørt vart við, at hann altíð er klárur at trýsta á kjarnorkuknappin. "Kjarnorkuknappurin stendur altíð á mínum skriviborði. Tað er ikki ein hóttan, men tað er veruleikin", segði Kim Jong-un í nýggjarsrøðu sínari, sambært Reuters.

Hetta hevur fingið Trump at svara aftur. Trump dámar best at geva sínar meiningar til kenna á sosiala miðlinum Twitter, og hesuferð var onki undantak. Hann tweetaði í gjár: "Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hevur júst kunngjørt at kjarnorkuknappurin altíð er tøkur á skriviborðinum. Kann onkur, ið kemur úr hansara tóma og hungursrakta stýri, vinaliga upplýsa honum, at eg eisini havi ein kjarnorkuknapp, sum er nógv størri og kraftmiklari enn knappurin hann hevur, og mín riggar!"

Sum áður nevnt, hevur støðan verið spent millum londini seinasta árið. USA og Norðurkorea hava støðugt hótt hvønn annan, og er støðan ikki batnað av, at Norðurkorea hevur hildið áfram at menna eina kjarnorkuverkætlan og langtfarandi missilum.

Meira langlesnaður