Kevin Spacey ákærdur fyri kynsligan ágang

Mynd: epa.eu

Kevin Spacey ákærdur fyri kynsligan ágang

2017-10-31 11:55 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Gølan um kenda filmsframleiðaran, Harvey Weinstein, hevur prikað hol á eina stóra bløðru í Hollywood og miðlaheiminum sum heild.

Alsamt fleiri fólk, kvinnur og menn hava, í kjalarvørrinum av gøluni um Harvey Weinstein, funni sær dirvi til at traðka fram og fortelja um sínar upplivingar av kynsligum ágangi og harðskapi.

Umframt Harvey Weinstein, eru millum annað Ben Affleck, James Toback, John Besh, George H. W. Bush og Chris Savino, eisini blivnir ákærdir fyri kynsligan ágang. Hetta eru alt menn, ið eru kendir, bæði innan film, sjónvarp, journalistikk og politikk.

Nú er ein nýggjur maður komin á listan, nevniliga sjónleikarin, Kevin Spacey. Kevin Spacey bleiv ákærdur av einum øðrum sjónleikara, Anthony Rapp. Tað snýr seg um eina hending fyri umleið 30 árum síðani, tá Anthony Rapp bert var 14 ára gamal, har Kevin Spacey hevði gjørt seg inn á hann, tá teir filmaðu ein film saman. 

Hetta hevur fingið Kevin Spacey, ið annars er ein ógvuliga privatur persónur, at skriva út eina almenna umbering og forkláring. Hann sigur seg onki minnast til hendingina, men at hann er sera harmur um, at hann hevur gjørt seg inn á Anthony Rapp. Í sama viðfangi boðar Kevin Spacey frá, at hann er samkyndur.

Hóast umberingina frá Kevin Spacey, so hava atfinningar og avleiðingarnar regnað út yvir hann. Serliga er tað, at Kevin Spacey, í sama viðfangi sum hann biður um umbering fyri kynsligan ágang, sigur seg vera samkyndan. Nógv fólk ákæra hann fyri at royna at flyta fokus, ella at brúka sín kynsliga samleika sum eina umbering fyri at hava gjørt seg inn á ein 14 ára gamlan.

Hetta hevur eisini havt avleiðingar fyri Kevin Spacey. Millum annað hevur Netflix kunngjørt at tey ætla at steðga við framleiðsluni av sjónvarpsrøðini, House of Cards, har Kevin Spacey hevur havt høvuðsleiklutin. Eisini hevur Emmy-virðislønahandanin tikið avgerðina, at ikki geva Kevin Spacey eina serliga Emmy-heiðursløn, ið hann, eftir ætlan, skuldi fingið handaða í november mánaða í ár.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður