Kazuo Ishiguro vann Nobel heiðurslønina í bókmentum

Mynd: epa.eu

Kazuo Ishiguro vann Nobel heiðurslønina í bókmentum

2017-10-05 12:17 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Bretski rithøvundurin, Kazuo Ishiguro, hevur fingið ársins Nobel heiðursløn. Tað bleiv kunngjørt í áðni.

Kazuo Ishiguro, er føddur í Nagasaki í Japan, men hevur størsta partin av sínum lívið búð í Onglandi. Hann er m.a. kendur fyri bøkurnar, "The Remains of the Day" og "The Buried Giant".

Sara Danius, ið avdúkaði vinnaran av Nobel heiðurslønini, segði so um skaldskapin hjá Ishiguro, "Skaldsøgurnar hava eina serstaka kensluborna styrki, sum megna at avdúka sambandið vit hava við heimin sum eina hvørvisjón".

Meira langlesnaður