Katalanar hava fimm dagar at taka eina avgerð

Mynd: epa.eu

Katalanar hava fimm dagar at taka eina avgerð

2017-10-12 13:46 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur givið katalanska forsetanum, Carlos Puidgemont, fimm dagar til at koma til eina niðurstøða. Antin lýsir Katalonia seg sum sjálvstøðugt, ella gera tey ikki.
Rajoy ger greitt, at har er onki millum sponsku og katalansku stjórnirnar at samráðast um, Rajoy tvíheldur um at fólkaatkvøðan hjá katalanum var ólóglig.

Hann ger eisini greitt, at um Puidgemont velir at lýsa Katalonia sum sjálvstøðugt land, so er góður møguleiki fyri, at spanska stjórnin ger sær dælt av grein 155 í sponsku grundlógini, ið gevur heimild til at taka katalanska sjálvstýri úr gildi.

Meira langlesnaður