Jólablað í hvørt hús í landinum

Jólablað í hvørt hús í landinum

2017-12-06 13:41 Author image
Leif Láadal

Í dag fáa øll húsarhald í Føroyum eitt serligt jólablað frá Dimmalætting.

Í blaðnum kanst tú millum annað lesa um, at tað eru ymiskir kirkjusiðir á jólum. Tað er ikki allar kirkjur, sum hava guðstænastu jólaaftan, og aðrir munir eru eisini.

Seks kend fólk greiða frá, hvussu tey halda jól, vit hava gjørt stjørnujólapynt, bakað leskiligar jólakøkur av ymsum slag og geva góð ráð til, hvussu tú kanst gera okkurt serligt burturúr innpakkingini av jólagávunum.

Og Olivina Sundsskarð, konditari, greiðir í blaðnum frá, hvussu hon bakar til jóla, eins og tað er nógv annað spenanndi, sum hevur við jólini at gera, í blaðnum.

Meira langlesnaður