Johnny í Grótinum lægst lønti Public Service-stjóri í Norðurlondum

Mynd við loyvi

Johnny í Grótinum lægst lønti Public Service-stjóri í Norðurlondum

2017-09-01 16:28 Author image
Leif Láadal

Tá nýggi stjórin í Kringvarpi Føroya, Johnny í Grótinum, fær sína fyrstu mánaðarløn um ein mánaða, kann hann gleðast um at hava fingið eina mánaðargrundløn upp á 51.935,33 krónur setta inn á kontoina. Harumframt fær hann eina viðbót upp á 20 prosent, tí hann ikki er tryggjaður meira enn fimm ár í sessinum. Tað skal tó leggjast afturat, at hann hevur møguleika fyri at søkja um at sleppa at sita nøkur ár afturat teimum fimm, tá hann kemur har til.

Um vit taka útgangsstøði í grundlønini, so fær Johnny í Grótinum 623.223 kr árliga. Við áramálsviðbótini er árslønin 747.868 krónur.

Danska Ekstra Blaðið hevur hugt at lønunum hjá stjórunum á public service-stovnunum í Danmark, Norra, Svøríki (tveir stjórar - ein fyri útvarp og ein fyri sjónvarp), Finlandi, Íslandi og Grønlandi. Ekstra Blaðið hevur ikki Føroyar við í uppgerðini, men Dimma.fo hevur funnið føroysku tølini, og kann tí seta tey inn í yvirlitið hjá danska blaðnum. Tað skal verða sagt, at í yvirlitinum hjá danska blaðnum verður einki sagt um, hvat ið er talt við. Er talan um grundløn ella løn við viðbótum, eyka fyri avmarkaða setan og so framvegis? Og er eftirlønin tald við? Tað vita vit ikki, men um vit siga, at onkur annar public service-stjóri eisini er áramálssettur, eins og Johnny í Grótinum, so sær listin soleiðis út (í talinum hjá Johnny í Grótinum er eftirløn ikki tald við, og vit vita ikki, um hesi tøl eru við yvirlitinum hjá Ekstra Blaðnum, sum sparir eitt sindur upp á neyvu frágreiðingarnar í greinini, sum kann lesast við at trýsta á leinkið niðast í hesi grein):

1.Maria Rørbye Rønn, stjóri hjá DR, ársløn: 3.688.115 kr. (3380 starvsfólk)

2.Lauri Kivinen, stjóri hjá YLE í Finlandi, ársløn: 2.635.255,13 kr. (3.200 starvsfólk)

3.Thor Gjermund Eriksen, stjóri hjá NRK, ársløn 2.588.301 kr. (3.500 starvsfólk)

4.Cilla Benkö, stjóri hjá Sveriges Radio: 2.455.025 kr. (1996 starvsfólk)

5.Hanna Stjärne, stjóri hjá SVT/sjónvarp, ársløn 1.940.104 kr. (2.100 starvsfólk)

6.Karl-Henrik Simonsen, stjóri hjá KNR í Grønlandi, ársløn: 1.056.600 kr. (93 starvsfólk)

7.Magnus Geir Thordarson, stjóri hjá RUV í Íslandi, ársløn: 1.027.337 (258 starvsfólk)

8.Johnny í Grótinum, stjóri fyri Kringvarp Føroya, ársløn: 747.868 kr. (80 starvsfólk), og sum sagt, so er grundlønin 623.223 kr árliga, um viðbótin fyri at vera settur í eitt avmarkað tíðarskeið ikki verður talt við.


Greinin í Ekstra Blaðnum kann lesast HER

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður