Bústólpin í Kirkjubø

2016-05-05 00:00 Author image
Dimma

Eg takki tær, frægi, á fundi í kvøld,

tú sjónunum slóðir breyts mær,

og takka honum, tú unglingafjøld,

hann ræsunar rúmkaði tær.

Vær veitum tær veitslu, vær knýtum tær krans,

hugdjarvi høvdingi lands!

 

Og stendst tað, tú sýndi mær, sjónhvørving følsk,

eg takki tær túsundfalt tó

fyri hárføgru huldu, ið dragandi trølsk

á summarnátt streingirnar sló,

tí ríkur roynst róður á mið, ið ei er,

mót miðleysu frystandi ferð.

 

  1. H. O. Djurhuus: Til Jóannes bónda í Kirkjubø. Yrktur 1903. Pr.: Várskot (handskrivað studentablað) 21.1. 1904. Dimmalætting 6.2. 1904.

Føroyingafelag í Keypmannahavn mintist á fundi 21. oktober 1946 heiðurslim sín Jóannes Patursson, ið doyði á sumri hetta árið 80 ára gamal. Tróndur Olsen, Maria R. Mikkelsen og Dávur Magnussen høvdu minnisrøður.

Dávur Magnussen, ættaður úr Saksun og seinni apotekari í Havn, segði frá eini lítlari søgu um Jóannes Patursson, einaferð hann kom til Saksunar. Henda søga sýnir okkum, hvussu Jóannes bóndi hugsaði um teir gomlu landsmenn sínar, sum hann visti, at hann ongantíð fór at fáa í part við sær:

 Hann kom til Saksunar ein heystardag úr Tjørnuvík, men henda dagin vóru teir á fjalli hjá okkum, so eingin var heima uttan smádreingir og konufólk. Hann át morgunmat hjá okkum, og eg minnist, at mamma og hann prátaðu inni í stovuni. Hann helt so við mammu, at tað mundi vera best, at hann fór heim í Dúvugarðar, áðrenn fjallmenninir komu aftur, tí hann hevði eini ørindi til Hanus bónda.

Dúvugarðahúsini eru gomul bóndahús – við roykstovu og glasstovu. Hann kemur inn í roykstovuna, men har er eingin annar, ið tekur ímóti honum, enn tríggir øgiligir hundar, sum standa og goyggja og grubba uppi í grúgvuøskuni; hann sat leingi á bonkarendanum, men einki menniskja sást; at enda fer hurðin til glasstovuna upp og sonur bóndans kemur út. Jóannes spyr um Hanus bóndi er við hús, jú, svarar sonurin, nú skuldi hann fara eftir honum. – Jóannes bóndi setist aftur á bonkarendan, og har varð hann sitandi í øllum øskurokinum og hundagnellinum okkurt um ein lítlan tíma. Nú var tað siður, at fremmanda fólk, ið kom í Dúvugarðar, altíð slapp at sita nakað leingi í roykstovuni, áðrenn nakar av húsfólkunum vísti seg, men Jóannes bóndi hevur óivað sitið serstaka leingi. Hanus bóndi man hava havt illgruna um, at tað var Jóannes bóndi, ið komin var og tí bara hevur latið hann sitið sum longst, tí Hanus bóndi í Dúvugørðum toldi ikki at hoyra Kirkjubøbóndan gitnan. Men nú fór hurðin upp á øðrum sinni og Hanus bóndi kemur út í roykstovuna. Jóannes bóndi reisir seg upp og fer gangandi móti Hanusi bónda og sigur so: »Eg eri Jóannes bóndi í Kirkjubø.« Hanus bóndi lyftir høvdið upp og hyggur at honum og sigur: »Eg eri Hanus bóndi í Dúvugørðum.« Hann vildi vísa, at hann stóð ikki aftan fyri Jóannes í Kirkjubø. Jóannes ber honum boðini úr Tjørnuvík – at ein ær úr Dúvugarðahaganum var skotin av haga og inn í Sjeyndir, at tjørnuvíkingar bóðu hann senda mann eftir henni. »Ja,« helt Jóannes bóndi, »hetta vóru ørindini hjá mær.«  Og Hanus bóndi sigur so beinanvegin: »Íðan so, farvæl meðni,« vendir honum bakið og fór inn aftur í stovuna.

Tað hevði verið stuttligt, at sæð hetta møtið. Hanus í Dúvugørðum var ein øgilig kempa, stórur, herðabreiður, hevði nevar sum smá pottalok, vakurt grátt hár, ið náddi honum niður á herðarnar, og hann var av vakrastu og sterkastu monnum, og Jóannes bónda kendu vit jú øll, hvør kempa, ið hann var. Har stóðu tvær kempur og hugdu hvør at aðrari – tann gamla og tann nýggja tíðin – hvørgin vildi víkja tumma fyri øðrum, Men tað er at siga til hetta, at annars var Hanus bóndi av blíðastu monnum, bert tað ikki vóru kirkjubømenn, ið vitjaðu hann. –

Tá ið Jóannes bóndi hevði sagt Dáva Magnussen hesa søguna um Hanus í Dúvugørðum, segði Dávur honum beinanvegin frá eini aðrari søgu um hann. Og tá læi Jóannes hjartaliga. Søgan er henda:

Tveir víkarmenn gingu altíð á fjall hjá Hanusi bónda, annar av hesum monnum var Berg [Jacobsen] – ein ógvuliga fittur og raskur maður. Berg hugsi eg longu tá hevði hug at vera sjálvstýrismaður. Eg minnist eitt heystarkvøld, vit vóru afturkomnir av fjalli í Dúvugørðum og øll fjallskipanin sat og prátaði í roykstovuni. Tað var bert stutt tíð eftir til val skuldi vera og tosað varð tí um politikk. Tá heldur ein av fjallmonnunum fyri við Berg: »Nú Berg, hvat fert tú at velja hesa ferð?« Ja, helt Berg, hesa ferð fór hann at velja sjálvstýrið. Og hvussu tað hevur gingið til, veit eg ikki, men Hanus bóndi man hava hoyrt, hvat fjallmenn hansara tosaðu um, tí tað fyrsta hann sigur, tá ið hann kemur út í roykstovuna, er: »Nú Berg, hvat fert tú at velja hesa ferð?« – »Tað veit eg ikki,« segði Berg. Tá heldur hin gamli beinan vegin fyri: »Ájúmen veitst tú tað, men tað sigi eg tær Berg, at velur tú sjálvstýrið – veðragjóling skalt tú ikki aftur fáa frá mær.«

Ja, soleiðis vóru teir gomlu sambandsmenninir. –

Jóannes bóndi segði ofta frá hesi søguni, tá hann var í Saksun og talaði við Hanus bónda í Dúvugørðum. Ivaleyst heldur tú, at Jóannes  varð firtin av hesi óblíðu móttøku. Men tað var minni enn so, hetta stuttleikaði honum. Hann var errin av Hanusi bónda, errin av, at vit í Føroyum enn høvdu slíkar kempur, og í royndum gleddist hann um ta sterku trúgv, sum Hanus bóndi hevði, tí hann hevur hugsað sum so, at fingu teir ungu føroyingar, sum so við og við komu í hansara part, eina líka so sterka sjálvstýristrúgv sum Hanus bóndi gamli hevði sambandstrúnna, ja, so fór at standa væl til í Føroyum.

Jóannes bóndi visti, at hann ongantíð fór at fáa teir gomlu í part við sær. Tað var Føroya ungdóm, hann vendi sær til og vildi vekja. Hetta var framtíðin.

 

Ættargarður og vinnufyritøka

Jóannes Patursson var stórt skald. Tey ørindi, hann yrkti og gav okkum, teljast millum tey vakrastu, vit eiga. Í øllum sínum songum eggjar hann Føroya fólki til at æra móðurmálið og móðurlandið. Og hann prísar náttúruni. Øll ørindi hansara eru rótføroysk og lýsa væl viðurskifti okkara í góðum og ringum líkindum. Og ikki at gloyma – mikið sálmaskald var hann eisini.

Í sambandi við, at tað í dag eru liðin hundrað og fimmti ár síðan Jóannes Patursson var borin í heim, skulu vit her siga nøkur orð um hann. Tað var í Dimmalætting, hann sum ungur maður legði fyri í orðaskifti um mál og menning í samfelagi okkara. Og hann heldur fram í Føringatíðindi, Fuglaframa, Tingakrossi og at enda í Dagblaðnum. Í ymsum norðurlendskum bløðum og tíðarritum helt hann seg eisini framat.

Jóannes Patursson var borin í heim á Kirkjubøgarði 6. mai 1866. Hesum garði, ið hevði verið ættargarður eftir at biskupssetrið varð niðurlagt í 1557. Foreldrini vóru Elin Kathrina Dionesen (1840-1934) norðan av Heyggi á Velbastað og Poul Petersen (1836-1893), bóndi í Kirkjubø. Tey fingu sjey børn:

 

  1. Petur Petersen (1862-66)
  2. Súsanna Helena Patursson (1864-1916)
  3. Jóannes Patursson (1866-1946)
  4. Petur Petersen (f. 1868), deyður í Amerika
  5. Siggert Patursson (1869-1931)
  6. Sverre Patursson (1871-1960)
  7. Gazet Patursson (1879-1970)

 

Á hesum søguliga staði vaks Jóannes upp. Í Kirkjubø stóð biskupsstólurin í eini 500 ár, men eftir stendur biskupsgarðurin, og á og í honum andar av søgu, biskupssøgu, kirkjusøgu og søgu Sverra kongs. Her standa enn Ólavskirkjan, Magnusarkirkjan (Múrurin) og rustirnar av eini Mariukirkju (suðuri á Líkhúsi). Tvørturígjøgnum skyggja søga og sagnir um Gæsu og aftur í Føroyingasøgu til Birnu, Tórhall og Sjúrð Tollaksson. »Tað er sum svindnaroykurin gongur enn at teim gomlu rustunum eftir eldin, sum Leivur Øssursson bar at, tá ið hann framdi týningarverkið og gav seg upp til Noregs kongs og fekk landið sum len afturfyri,« sigur Poul Petersen, løgtingsmaður, í hundrað ára minnisriti um J. Patursson (Petersen: »Nú er tann stundin komin til handa«, 1966).

Skúli var í barnaárum Jóannesar eingin í Kirkjubø, men faðirin hevði stutt skifti húslærara at kenna børnum sínum. Hesin var Hans Jákup Petersen úr Saltnesi, bróðir Fríðrik Petersen, próst. Chr. Matras nevndi, at Jóannes bóndi hevði sagt sær, at gjøgnum Hans Jákup Petersen vaknaði ansur hansara fyri føroyskum máli. Hesin lærarin var kønur í teim yrkingum, bróðirin og aðrir høvdu yrkt til fyrstu føstugangsveitslurnar í Keypmannahavn. (Matras: »Jóannes Patursson: Yrkingar«, útvarpsrøða 6/1 1967, pr.: Úrval, nr. 3/1967.)

Ætt Jóannesar í Kirkjubø kann rekjast aftur til Regins í Hørg í Sumba. Til Kirkjubøar kom hon úr Sumba við hinum úr søgnini tiltikna Huldu Símuni. Jóannes hómaði langabba sín Pól og langommuna Karina, ið dóttir var Skipar Hansen. Abbin var Petur bóndi og omman Sigga Sofía, dóttir Nólsoyar Páls. Hesin nógv størsti garður Føroya (einaferð 52 merkur) var ikki bert ættargarður; hann var ein stór vinnufyritøka. Umframt sjálvi bóndafólkini vóru húskallar og arbeiðskonur. Javnan vóru um tríati fólk í húsi umframt bønarmenn, tá ið tað var neyðugt – »ein mähriskur bróðurskapur« (J. Patursson: »Tættir úr Kirkjubøar søgu«). Í Kirkjubø sum yvirhøvur vóru tað kvøldseturnar, ið bóru mentanini uppi – at siga søgur og bera upp gátur, og í kvæðunum og dansinum.

Tólv ára gamal fór Jóannes at ganga í realskúla í Havn, men har treivst hann illa, og tá ið hann hevði gingið har hálvtannað ár, bað hann faðirin um at sleppa úr skúlanum. Faðirin eftirlíkaði, og Jóannes var so stutt skifti á skrivstovuni hjá sorinskrivaranum, har hann fekk litið í hendi at týða og skriva av gomul skjøl.

Pól bóndi í Kirkjubø við húski

Á landbúnaðarskúla á Stend

Sekstan ára gamal fór Jóannes til Noregs á landbúnaðarskúla. Hetta var á Stend í Fana í nánd av Bergen.

Á Stend gingu tá eisini einir tveir ungir íslendingar, sum Jóannes Patursson kom at kenna væl, og sum í honum kveiktu áhugan fyri íslendskum. Ikki heldur vóru føroyingar ókunnumenn á norska Vesturlandinum. Skyldskapurin var har og málsliga var lætt at skilja hvønn annan (smbr. »Øyskjeggen« 1895). T.d. hava tey á Vesturlandinum havt hesa máliskuna: »meg kan høyra hundane gøy vestir i Færøyum« tá sveitastilli var.

Nógvir góðir menn vitjaðu á Stend og nógvir spurningar vórðu havdir á lofti – í fyrilestrum og orðaskiftum. Og tað mundi vera nógv, sum setti seg í sinnini á teim ungu, og sum Jóannes sjálvur tók til, var tað ikki  minst Bjørnstjerne Bjørnson og hansara strev fyri reinum flaggi. Og nakað nógv mundi liggja eftir í norðmonnum av romantikkini, sum hon var borin og hildin uppi í fólkaháskúlarørsluni, í skaldskapinum og landsmálsrørsluni.

Stend í Fana er gamal stórgarður, sum Bergenhús Amtskommuna (í dag Hordaland fylki) keypti í 1861 við tí í hyggju at stovna landbúnaðarskúla her. Í 1866 varð skúlin stovnaður sum Søndre Bergenhus Amts Landbrugsskole, og fyrsti skúlastjóri var George Alexander Wilson (1833-1889) úr Eysturagder, hagar Wilson-ættin var komin úr Skotlandi. Wilson stjóri legði stóran dent á skógarrøkt og er kendur fyri at hava funnið upp nýggja plógv, ið kom at bera navn hansara Wilson-plógvin.

Høvuðsbygningurin er frá 1681 og hevur tvinnar atleingjur. Bygningurin var fyrstu árini nýttur sum skúli við kostdeild, seinni við íbúðum til lærarar og starvsfólk. Ymsar umbyggingar eru seinni í tíðini gjørdar og hevur Leikhús Hordalands í dag bygningin í hondum.

Í 1900 varð nýggjur skúli bygdur við kostdeild. Í 1950-árunum varð hann rivin niður og verandi skúli bygdur. Royndarstøð við fjósum, løðum og starvsstovum vórðu reistir í 1870-árunum. Hesi eru við tíðini umbygd samsvarandi nýtíðarkrøvum. Nýggjasta royndarstøðin er frá 1988.

 

Mynsturgarður í Kirkjubø

Tá ið Jóannes kom heim aftur av skúlanum í 1884, hevði hann við sær tey nýggju amboð, sum tá vóru í nýtslu í norskum landbúnaði, sum faðir hansara hevði biðið hann keypa, tí tað var hansara mið at skipa ættargarðin sum mynsturgarð fyri alt landið.

Jóannes varð so settur at skipa fyri hesum broytingum á garðinum. Tað var einki lætt arbeiði. Vegur var eingin og amboðini høvdu eingi verið. Og fáur roknaði við, at tað bar til at seta slíkar ætlanir í verk, sum tilstundandi bóndin í Kirkjubø hevði í umbúna. Lendið ov bratt til vegir og ótøki undir plógv.

Í 1885 fekk Pól bóndi ungan íslending, sum gingið hevði í skúla í Noregi, at koma til Kirkjubøar at seta sjøtul á verkætlanina saman við Jóannesi. Teir skiftu arbeiðið soleiðis ímillum sín, at íslendingurin fór undir at gera vegir, sær til handa hevði hann fimtan mans, og Jóannes fór undir at rudda, grifta, leggja bø aftur og annars læra frá sær. 

Fyrstu súrhoyggjaroyndina gjørdi Pól bóndi sjálvur eftir leiðbeining frá soninum, meðan hann var í skúla á Stend.

Skjótt var, at tað bar til at nýta plógv og vegir til flutnings, men tortrúgvin var kortini sterk – ikki minst millum teir ráðandi. Onkur tók tó eftir, eitt nú bøndur í Sandoy, sum fingu sær plógv og onnur amboð.

Í 1890 heitti Løgtingið á Jóannes Patursson, sum nú var 24 ára gamal, um at átaka sær at standa fyri royndarbrúki á garði sínum í Kirkjubø. Hann skuldi eisini hava næmingar í læru í nýskapandi royndararbeiði sínum.

Hetta sama árið fór Jóannes aftur til Noregs á Landbúnaðarháskúlan Ås, har hann tók prógv sum landbúnaðarfrøðingur tvey ár seinni. Virksemið byrjaði í 1892 og fyrsti næmingurin kom í læru árið eftir.

Faðirin doyði í 1893 og Jóannes tók so við garðinum og helt fram við royndarbrúkinum við næmingum. Konan, Guðný Eiriksdóttir av Karlsskála í Íslandi, hevði skeið fyri gentum í heimayrki, húsarhaldi o.ø.t. Næmingar bóru lærdóm út um alt landið, men líkindini vóru ikki tey bestu fyri framhaldsverkinum. Har var so nógv, sum bar ímóti og helt aftur.

Í 1898 helt Jóannes grundarlag vera fyri einum veruligum, formliga skipaðum landbúnaðarskúla í Føroyum og ætlaði sær at halda fram, men myndugleikarnir vildu heldur steðga hesum framtakinun. Hví so var, hvørja lagnu hetta tiltak annars fekk, og hvussu tað endaði, fæst at vita í bókini »Framtakssemi í andgletti« eftir Tummas Lenvig, og sum forlagið Sprotin gav út í 2012.

Myndugleikarnir høvdu frammanundan fingið ilt eyga á Jóannesi Paturssyni. Um hesa tíð kom upp blaðkjak í »Dimmalætting« og »Føringatíðindum«, sum stóðst av borðtalum í fimmti ára embætisveitsluni hjá H. C. Müller sum Streymoyar sýslumanni. Har hevði ein hildið røðu og biðið fólk reisa seg og rópa hurrá fyri móðurlandinum Danmark. Jóannes vildi ikki vera við í skálini.

Hetta orðaskifti varpar ljós á hugburð og rák hjá ávísum persónum viðvíkjandi Føroyingafelag og oddafólkum tess, ið sum høvuðsmál høvdu at verja og varðveita føroyskt mál og føroyska sermentan.

Eftir hesa veitslu yrkti Jóannes Patursson »Móðurland vil eg teg kalla«, prentaður í Føringatíðindi nr. 3, 1894. Hann tekur soleiðis til:

 

Móðurlandið, móðurlandið,

Føroyar, ert tú mær.

Móðir mín! Eg barnabandið

bindi fast at tær.

Ættarhugurin, hann dregur

meg at elska teg;

einans tú sum móðir hevur

føtt og fostrað meg.

 

Lat, ja lat so aðrar siga,

at teir eiga tvær;

einkarmóðir! eg vil biðja,

einans ver tú mær!

Eina móður vil eg eiga

her á fríðu fold;

hon skal lak á barn sítt breiða,

tá tað legst í mold.

 

Uppruni í tíð og søgu

Tá ið Jóannes Patursson var borin í heim í Kirkjubø, livdu føroyingar enn í teirri gomlu tíðini, sum seinni í skrift og talu hevur verið nevnd »bóndasamfelagið«. Eitt bóndasamfelag var tað, hann var føddur inn í, men sum samfelagsskipan er einki tíðarskeið í Føroyum, ið eitur »bóndasamfelagið«.

Vert er at minnast til, at bert ein lítil partur av føroyingum hava verið bøndur. Allir hinir vóru ongantíð bundnir at bóndum og bóndagørðum. Og í stødd var munurin á óðali og kongsfestum so stórur, at teir, ið sótu við jørð, ikki undir einum vóru ein neyvt avmarkað stætt. Haraftrat vóru hesi viðurskifti sera ymisk kring landið. Illa ber til at geva einum túsund ára tíðarskeiði navn eftir teimum.

Av jørð og teimum lutum og lunnindum, ið til hana lógu, man fáur føroyingur hava livað eina. At fiskiskapur og annað úr sjónum altíð hevur verið ein týðandi partur av lívsgrundarlagi føroyinga, prógva elstu heimildirnar til Føroya søgu. Javnvágin millum jørð og hav kundi lutfalsliga skifta samsvarandi tíð og stað. Áneyðir vóru fyri báðum pørtum.

»Hvørki á landi ella sjógvi ráddu bøndur fyri øllum – hóast hin ríki altíð hevur staðið sterkari enn hin fátæki. Men sterk støða í samfelagi kann eisini geva kenslu av ábyrgd. Hetta kann vera vert at nevna, tá ið talað verður um Jóannes bónda í Kirkjubø,« sigur Hans Jacob Debes, professari. (Debes: »Jóannes Patursson. Ein byrjan til eina politiska søgu«, 1991).

Stórar broytingar høvdu verið alla nítjandu øld. Skjótt vaks fólkatalið. Útróðurin var í menning og fjøtur sum »bátsband« og »trælalóg« vórðu loyst. Vit fingu traðarlóg og menn kundu seta sjálvstøðugt búgv og hava egnan bát. Føroyingar høvdu fingið umboð í politiskum stovnum – Ríkisdegi og Løgtingi – og ansurin fyri føroyskari mentan var alsamt vaksandi.

Við mállæru V. U. Hammershaimbs var gøtan ruddað hjá føroyskum aftur at gerast eitt skriftmál. Í  út við fýra hundrað ár hevði tað bert verið eitt talað mál, men tó allar hesar øldirnar borið uppi fornum og nýggjum mentanararvi – ikki minst kvæðunum.

Fríhandil fingu føroyingar tíggju ár fyri føðing Jóannesar Paturssonar. Gluggar vórðu latnir upp móti stóru verð og eini nýggjari tíð, bæði vinnuliga, sosialt og mentanarliga, og tjóðskaparligar rembingar fóru at merkjast. Tíggju ár eftir føðing Jóannesar staðfestu útlagnir føroyingar í Keypmannahavn, at føroyingar vóru ein tjóð og at føroyskt var móðurmál teirra. Tí skuldi tað eiga rættindi í samfelagnum.

Tá ið tólv ár seinni henda kensla breyt seg fram í Føroyum og varð skipað sum rørsla (Jólafundurin í 1888), varð Jóannes Patursson ein av oddamonnum hennara. Seinni sjálvur leiðarin.

 

Nóg mikið bara at siga »Bóndin«

Ein stólpi er stórur viðarbulur, ið ber uppi einum gólvi ella lofti. »Bóndi er bústópli«, verður sagt. Landsstýrið nýtti hetta sum heiti á heiðurstekini til jarðyrkisfólk fyri góða røkt í bø og haga og húsdýrahaldi. Jóannes Patursson var bústólpi í víðfevndari merking – ikki einans sum bóndi, men eisini sum tjóðskapar- og mentanarberi.

So stórar broytingar hendu tíðina eftir lítillátnu tjóðskaparligu ásannanina, at tá ið Jóannes bóndi andaðist 2. august 1946, var henda ásannan búnað hjá einum stórum parti av Føroya fólki til vilja og avgerð um sjálvræði í egnum landi.

Í samfull 45 ár hevði Jóannes Patursson sæti á Løgtingi, 1901-1946. Valdur í Suðuroy 1901-1906, í Suðurstreymoy 1906-1946. Frá 1906 til stutt eftir valið 1936 umboðaði hann Sjálvstýrisflokkin og var floksformaður. Klovningur var komin í Sjálvstýrisflokkin – mest orsakað av nýggju jarðarlógini – og Jóannes var nú uttanflokka á tingi, men  í valbólki við Vinnuflokkinum. Eftir valið 1940 til deyðadags 1946 umboðaði hann Fólkaflokkin á tingi og var formaður floksins.

Fólkatingsmaður var Jóannes Patursson 1901-1906, landstingsmaður 1918-1920 og 1928-1936. Sum fólkatingsmaður var hann í parti við Vinstra, sum landstingsmaður Radikala Vinstra.

Lív og lívsverk hansara eru markaskjal í nýggjari søgu okkara. Og uttan innlit í hetta verk og tíðina, tað var útint, skilur eingin Jóannes bónda. Nóg mikið var bara at siga »Bóndin«, tí við hesum bundna formi kundi ikki sipast til nakran uttan hann. Alla ta tíð, hann var virkin í almennum lívi – og heldur ikki síðan – slapp nakar uttan um hann. »Tað kann av røttum sigast, at í hesum tíðarskeiði hendi einki í nøkrum parti av føroyskum samfelagslívi, uttan at hann var uppií.« (Debes: »Jóannes Patursson. Ein byrjan til eina politiska ævisøgu«.)

Sigrarnir vóru stórir, men kanska ósigrarnir mangan størri. Hann kom tíðliga at kenna, at hann hevði arvaðar ábyrgdir, soleiðis, sum lagt var niður í hann. Og óvanliga fjølbroytt gjørdist lívsverk hansara.

Av sonnum kundi hann á gamalsaldri tí taka soleiðis samanum: »Lívsstarv mítt kom at spjaða seg á so mangan hátt.« Sumt eyndaðist, annað ikki, og okkurt var ikki liðugt.

Hann helt seg ikki vera bornan til at ganga í lívd á sløttu gøtuni í neðra. Hann valdi gøtuna í erva og at halda seg at tindinum og andglettinum. Har fekk hann tað útsýni og ta avbjóðing, ið lyndi hansara hevði so sterka trá eftir.

Á ólavsøku 1946 steig Jóannes Patursson síðstu ferð fram á fundi – í Kommunuskúlagarðinum í Havn. Møði sást á honum, áðrenn hann endaði røðu sína, men tá vóru út við seksti ár liðin síðan Jólafundin, ið hann var ein av innbjóðarunum til.

»Tvinni mannaminni farin í ídnum og áhaldandi stríði. Tjúgu ára gamal læt hann seg í brynjuna at berjast fyri móðurmáli og móðurlandsrættindum og fór ikki úr henni fyrr enn hann hoknaði, nú trinni tjúgu vóru farin,« segði Tróndur Olsen í minnisrøðu í Føroyingafelag í Keypmannahavn 21. oktober 1946.

Sangir og sálmar

Í »Bókmentasøgu II« sigur Árni Dahl tað illa bera til at slíta sundur teir báðar: politikaran Jóannes Patursson og bókmentamannin Jóannes Patursson. Eitt er tað, at hann legði so ómetaliga nógv politiskt greinatilfar úr hondum, annað er tað, at nógv tann størsti parturin av yrkingum hansara eru politiskar.

Yrkisøki sítt ‒ landbúnaðin ‒ lívgaði hann eisini við hópi av upplýsandi greinum, og ein annan av stóru áhugum sínum ‒ kvøðing og dans ‒ gloymdi hann heldur ikki; hann skrivaði fleiri greinir um hetta evnið, t.d. í Norsk Aarbok og í Varðanum og stóð fyri útgávuni av stórverkinum »Kvæðabók I-V« 1922-45.

Jóannes Patursson steig fram sum yrkjari á jólafundinum í Tinghúsinum 1888, tá yrkingin »Málstrev« varð lisin upp. Tónin var hvassur og eggjaði til stríð:

 
Latum tað kennast á okkara talu

sum sól eftir æli,

at burtur er rikin tann fremmandi arvi

lat tað vera starvið!

 

At fremja ta sak latum oss allar royna,

bæði moyggjar og sveinar,

í   kirkju,   á   ting   seta   málið   við gleði

til tess leggið megi.

 

Føroyskt mál hevur Jóannesi bónda nógv fyri at takka. Hann vann tí rætt í landinum, og hann menti tað við málkynstri sínum. Hann er kanska størsti mállistarmaður, Føroyar hava átt. Royndi altíð nýtt í stíli og orðalagi.

Enn syngja vit á fundum, hátíðarløtum og veitslum sangir Jóannesar Paturssonar – »Tað hevur tókt millum føroyingar gaman«, »Vælkomnir føroyingar her í vási«, »Móðurland vil eg teg kalla«, »Sjá hesi fjøll og tindar«, »Eg veit ein kvist«, »Summarnáttin blíða« o.s.fr. Eitt tekin um, at hann ikki yrkti fyri deyvum oyrum. Og tað gjørdu fleiri av vápnabrøðrum hansara úr føroyingafelagstíðini ikki heldur.

Í útvarpsrøðu á trettanda 1967 um skaldskapin hjá Jóannesi vísti Chr. Matras, professari, á tann mennandi máttin, søgan hevði á skaldskapin. Søgan var her ikki turr vísindagrein. Hon rørdi við kenslurnar. Í søgusjón síni var Jóannes ólíkur flestu samtíðarmonnum sínum og eftirmonnum við.

Noregsveldið í miðøldini – Noregsland við oyggjalondunum fyri vestan – eisini Grønland – var ein heild, sum var honum heilag. Tað er einki at undrast á, at hann í 1914 yrkti harmkvæði hundrað ára dagin eftir friðin í Kiel, tá ið henda heildin støkk sundur. Byrjanin til »Kílarnáttina« er hugtakandi:

 

Boðabrot dundi um Bjarmalands sjó,

brim vóð um Heroyalands fles;

ódnin um Kinn og Aldan stóð

og breyt fyri Líðindisnes.

Snáðhvíti froysti á Tórsborgarjørð,

snýsti á Víkinnar skón;

dungandi rok gekk um Dovra skørð

og dimdi av Upplanda lón.

 

Hesumegin fjørðin breiða

harðligt negldi Helheims klaki

frosna fold – tá varð at reiða

Føroyalandi feigdar lakið –

spenti í av øllum alvi,

skor hekk hvør í skridnarskalvi;

úlvaródn á hvørjum sundi,

‒ alt var innibyrgt og bundið.

 

Sum sálmaskald telist Jóannes Patursson millum okkara fremstu. Av upprunasálmum eru í Sálmabók Føroya Kirkju fjúrtan; m.a.: »Boðar tú til allar tjóðir«, »So førdi aldaføður hond«, »Legg nú niður verðsligt sinni« og »Jesus leið meg allan aldur«. Av týðingum eru sekstan, m.a.: »Eg skar mítt navn í grein ta hvítu« eftir Jacob Paulli og »Kom, Halgi Andi, okkum lær« eftir B. Ringvald.

Tann reinmeinta sameiningin av gudsótta og fosturlandsalski hevur fingið mál í summum sálmum hansara, eitt nú í hesum ørindi í »Boðar tú til allar tjóðir«:

Um nú nýggjar øldir líða,

halt á somu leið várt starv

at vit ikki lata svíða

dugnaloysi til hin arv,

sum vit ervdu fedrum av;

tá skal lyftið, sum tú gav,

allan aldur Føroyum tryggja

føroyingunum her at byggja.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður