Jenis av Rana: Munnligur fyrispurningur til Løgtingsfund 27. september

Mynd: Savnsmynd

Jenis av Rana: Munnligur fyrispurningur til Løgtingsfund 27. september

2017-09-26 09:57 Author image
Jenis av Rana

Fyrispurningur til landsstýriskvinnuna i fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, um Lækna- og Sjúkrarøktarfrøðiliga útbúgving í Føroyum.

1/ Hvussu stór er játtanin, ið er sett av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 til byrjan av læknalestri á  Fróðskaparsetrinum?

2/ Hvussu stór er játtanin, ið er sett av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 til  sjúkrarøktarfrøðiligu ískoytisútbúgvingina?

Viðmerkingar:
Í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið var eitt av ætlaðu átøkunum, hesi vóru 25 í tali, at byrja útbúgving av læknum í Føroyum í samstarvi við universitet í øðrum londum.

Umframt sjálvsøgdu uppgávuna at útbúgva sítt egna fólk, so vil hetta viðvirka til at fáa ung at støðast í oyggjunum og økja um møguleikan at tey koma aftur eftir lokið prógv.

Tíverri tykist lítið og einki annað, enn royndin at seta enn ein stjóra, at verða komið burturúr drúgva álitinum hjá stóru mannfjøldini, ið var kallað saman í nevndir. Loyvi mær, nú skjótt hálvtannað ár er farið afturum bak, síðani álitið varð lagt fram,  at spyrja eftir deilmáli 7, sum ikki skuldi kravt so almikið annað enn eina hækkaða fíggjarliga játtan til fróðskaparsetrið. Tí lærarar, granskarar, læknar v.m., ið eru fús og før fyri at taka sær av frálæruni, tróta tíbetur ikki í dagsins ríku Føroyum.

Í summar frættist tíverri, at samgongan hevur valt ikki at raðfesta sjúkrarøktarfrøðiligu ískoytisútbúgvingina, sum fýrati sjúkrarøktarfrøðingar høvdu gjørt seg tilreiðar, og vóru bodnir vælkomnir til, á Fróðskaparsetrinum. Loyvi mær tí eisini at spyrja um hesa útbúgving, fyri at frætta, um samgongan ætlar at halda somu kós ella um ein uppraðfesting fer at síggjast á  hesi kontu Fróðskaparsetursins.

Jenis av Rana
Løgtingslimur f. Miðflokkin

 

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður