Irma á stødd við Frakland

Irma á stødd við Frakland

2017-09-11 14:41 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Ódnin Irma herjaði fyrst á í karibiska havinum, har hon skapti ruðuleika á oyggjum sum Sint-Maarten, Barbuda, Puerto Rico og Dominikanska Lýðveldinum. Í vikuskiftinum kom hon til amerikanska statin, Florida.

Hon flytir seg ikki líka skjótt sum hon gjørdi í byrjanini, men ummátið av henni er øgiligt. Strekkið ímillum har teir mongu stormarnir byrja og enda er 320 kilometrar. Ummátið av henni er 700.000 kvadratkilometrar - tað er umleið tað sama sum støddin á Fraklandi. Tað skrivar DR.

Higartil liggja umleið 4 milliónir heim í Florida í streymloysi. Ódnin er nú minkað somikið í styrki at hon verður bólkað sum ein Bólk 1 ódn. Hon byrjar nú at flyta seg longur norðureftir ímóti statinum, Georgia. Tá ódnin fyrst brast á í Florida var hon bólkað sum ein bólkur 4 ódn, við hvirlum áljóðandi 300 kilometrum um tíman. Nú er hon minkað niður í 50 kilometrar um tíman.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður