IRF funnið góða loysn

IRF funnið góða loysn

2017-11-11 13:33 Author image
Innsent

IRF hevur funnið eina góða fyribils loysn at handfara stóru nøgdirnar av ruski, sum í løtuni verða latnar til Brennistøðina.

Í vikuni fekk IRF eina rusk-ballimaskinu úr Danmark. Hon stendur á Brennistøðini á Hagaleiti, Leirvík. Í maskunini verður ruskið ballað í plastballur.

Ballurnar minna um tær, sum bøndur balla súrhoyggj í. Hvør balla vigar umleið 700 – 750 kg og megnar maskinan at balla áleið 30 ball um tíman.

Ballini vera eftirfylgjandi goymd á umhvørvisgóðkendum plássi til einaferð komandi ár, tá tey verða brend.

IRF hevur áður havt eina tílíka ballimaskinu í Føroyum. Tað var, tá ið IRF fyri fleiri árum síðani umvældi ovnin, og longri steðgur var í. Tá varð gjørt á sama hátt sum nú, at balla ruskið. Hesa loysn kenna vit og riggar hon avbera væl til slíkar serstøður sum hesa, vit nú eru komin í, sigur IRF.

Tað er sera nógv rusk niðurfyri at balla hjá IRF og fer tað at taka eina viku ella so at koma væl áleiðis.

Vit vilja takka kommununum, vinnuni og fólki annars fyri at sýna neyðugt tolsemi í hesi serstøðu, vit eru komin í, sigur IRF.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður