Internetatgongd verður bannað undir próvtøku í donsku miðnámsskúlunum

Mynd: Visualhunt

Internetatgongd verður bannað undir próvtøku í donsku miðnámsskúlunum

2017-09-06 11:19 Author image
Turið Nolsøe

Síðan 2010 hava miðnámsskúlar í Danmark havt møguleika at geva næmingunum atgongd til internet undir skrivligum próvtøkum. Hesum vil undirvísingarráðharri, Merete Riisager, steðga nú. Hetta skrivar Berlingske.

“Vit hava latið upp ein motorveg fyri sviki við at geva næmingunum beinleiðis atgongd til internet undir próvtøku. Tað er alt ov freistandi fyri tey ungu,” sigur Merete Riisager.

Grundgevingin fyri at geva atgongd til internet var, at próvtøkan skuldi minna um vanlig arbeiðskor, men ráðharrin metir heldur, at hetta hevur ført til meira próvtøkusvik.

"Á henda hátt missur próvtøkan týdning, og tað gongur ikki. Vit kunnu og skulu nýta tøkni í undirvísingarskipanini, men hetta er fari av sporinum”, sigur Merete Riisager.

Avgerðin møtir mótstøðu fleiristaðni frá. Eitt nú Danske Gymnasieelevers Sammenslutning, har formaðurin, Jens Philip Yazdani, ikki metir trupulleikan vera eins stóran, sum Merete Riisager leggur upp til.

“Vit meta tí, at tað er eitt vánaligt hugskot at versna um próvtøkuna og gera hana ótíðarhóskandi, bert tí nøkur fá snýta. At bannað atgongd til internet gongur út yvir allar næmingar, og hetta loysir ikki nakran trupulleika. Tey, ið viljað snýta, kunnu enn finna vegir”, sigur hann við Politiken í dag.

Heldur átti ráðharrin at hugt eftir, hví næmingar kenna seg noyddan at snýta til próvtøku. Jens Philip Yazdani nevnir stóra trýstið á næmingar, um at koma inn á røttu útbúgvingarnar. Harumframt metir hann ikki, at fleiri snýta í dag enn fyri 10 árum síðani.

“Eg haldi kanska, at hetta við at basa próvtøkusviki er ein tørvur, sum politikarir sjálvir hava skapað. Tí vit meta ikki sjálvi, at trupulleikin er eins stórur, sum teir vilja vera við”, sigur Jens Philip Yazdani.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður