Ingvar Kamprad fær norðurlenska máls-heiðursløn

Ingvar Kamprad fær norðurlenska máls-heiðursløn

2017-12-04 08:58 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Klokkan 18 Í kvøld, 4. desember, verður norðurlenska máls-heiðurslønin handað í Oslo. Tað verður stovnsetarin av heimskendu fyritøkuni, IKEA, Ingvar Kamprad, ið fær heiðurslønina í ár. 

Dómsnevndin sigur, at IKEA hevur megnað, at gera norðurlenskt mál og mentan til hvørsmansogn. "Frá Sydney til Shanghai, frá Kairo til Kobe og frá Kuwait til Kowloon. Alla staðni kennast tey við skandinavisku heitini "Billy", "Klippan", ella "Malm", sigur dómsnevndin í grundgeving síni. 
IKEA hevur snildisliga megnað, at óansæð hvar í heiminum tey eru, at halda seg til tey svensku orðini og samstundis gjørt tað skiljandi fyri viðskiftafólkini. 
Maturin, ið verður seldur í matstovuni í IKEA, er eisini umboðandi fyri norðurlond, og kennir allur heimurin til svenskar kjøtbollar og rísingreyt.  Í matstovunum standa eisini skelti, har tað stendur "Tack" og "Hej då".

Í samband við at hann fær norðurlensku máls-heiðurslønina, sigur Ingvar Kamprad, at hann er sera takksamur fyri hendan heiðurin hann hevur fingið. Hann sigur seg hava stríðst við orðblindni alt sítt lív, og tískil skilur hann, kanska betri enn tey flestu, týdningin av máli. 

Onnur fólk, ið hava fingið norðurlensku máls-heiðurslønina handaða eru Vígdis Finnbogadóttir, Ghita Nørby og fólkini handan norsku ungdómssendingina SKAM. 

Meira langlesnaður