Søgan um okkum

Søga blaðsins

30.-31. juli 1877 varð A/S Færø Amtstidendes Bogtrykkeri sett á stovn við tí endamáli at útgeva blaðið, sum hevði tvey nøvn, tað danska Amtstidende for Færøerne, og tað føroyska Dimmalætting. Tað var V.U. Hammershaimb, próstur á Nesi, ið gav blaðnum hetta føroyska navnið, sum eftir 100 ára dagin stóð einsamalt sum heiti á hesum elsta miðli í landinum.

Farið varð undir at tekna partabrøv, ið hvørt ljóðaði upp á 50 krónur. 1. oktober var tekningin liðug og tá vóru teknað 111 partabrøv. Eitt royndarnummar kom út longu í desember 1877, har m.a. nøvnini á øllum partaeigarunum vórðu kunngjørd. Skarin var breiður, keypmenn, bøndur, óðalsmenn, embætismenn, lærarar, skiparar og aðrir. Teir flestu áttu eitt partabræv, men ein átti 5, tveir 4 og tríggir 2 partabrøv, millum hesar prósturin á Nesi, sum gav blaðnum navn.

Royndin við fyrstu útgávuni eydnaðist so mikið væl, at farið var undir regluliga útgávu av blaðnum í 1878, og nr. 1, 1. árgangur kom út 5. januar 1878, og síðan er blaðið komið út regluliga.

5.550 krónur í partapeningi tá á døgum var ikki einki, men tað var ikki nógv, tá nýggj partafelagslóg kom í gildi í 1994, sum kravdi hægri partapening. Tá varð partapeningurin hækkaður við 500.000 krónum, og samstundis broytti A/S Færø Amtstidendes Bogtrykkeri navn til tað meira nutíðarhóskandi P/F Dimmalætting.

Byrjaðu við fýra síðum

Í longu søgu blaðsins hava nógvar broytingar sæð dagsins ljós. Fyrsta blaðið hevði bert fýra síður í tabloid-stødd (tann sama støddin sum vit kenna í dag), og blaðið kom bert einaferð um vikuna. Blaðið kom út hvønn leygardag fram til 1911, tá blaðið eisini kom mikudag. Í 1921 skifti blaðið til “broad-sheet stødd”, men kom tó bert í 4 síðum. Í fimmtiárunum vaks síðutalið til seks síður, og ikki fyrr enn í 1970, tá ein kollveting hendi innan prenttøknina, fór blaðið upp á 8 síður og meira. Í 70-unum øktust útgávudagarnir upp í tríggjar ferðir um vikuna, og í 90-unum upp í fimm ferðir.

Møguleikarnir fyri litprenti vóru sera avmarkaðir, og Dimmalætting fór ikki undir regluligt litprent fyrr enn í 90-unum, tá útbyggingar á prentsmiðjuni vórðu framdar við júst sama endamáli. Í apríl 2005 skifti blaðið aftur stødd niður í tabloid-stødd.

Í 1985 flutti Dimmalætting í nýggjan bygning á handils- og ídnaðarøkinum á Hálsi. Tá hevði blaðið húsast í Erlings Jalsgøtu síðan 1889, tá flutt var úr Nólsoyarstovu í gomlu sorinskrivarahúsini. Hesi hús vóru við tíðini umbygd og hýstu prentsmiðju og redaktión til 1944, tá tey brendu í grund. Prentmaskinurnar sluppu kortini so frægt frá eldsbrunanum, at tær kundu umvælast, og so mikið av blýskrift varð bjargað, at blaðið kundi prentast í leigaðum hermannabarakkum uppi við Dungagøtu til á vári 1946, tá flutt varð inn í nýggj hús, reist á somu grund.

Einsamallur á redaktiónini

Fyrsti blaðstjórin á Dimmalætting var Lytje Lützen, exam. jur., og hann hevði eins og teir tíggju eftirfylgjandi annað starv umframt blaðstjórastarvið. Tann fyrsti, sum kom í fulltíðarstarv, var Poul Niclasen, sum burturav var blaðstjóri frá 1918 til 1936. Tá tók Georg L. Samuelsen við starvinum, og hann sat sum blaðstjóri í samfull 45 ár, inntil hann legði frá sær í 1981. Hann upplivdi eisini og setti í verk størstu broytingarnar sum hendar eru, bæði á redaktionella økinum og tí tekniska. Tá hann tók við sum blaðstjóri, var hann einsamallur maður at skriva blaðið, tí orka var ikki at seta tíðindafólk í starv. Nógv ár gingu, áðrenn hann fekk fast fólk afturat sær, men í 70-unum fór blaðið miðvíst undir at seta fleiri tíðindafólk í starv, og blaðið broyttist eisini innihaldsliga av hesum sama. Broytingin var eisini stór frá at prenta blaðið við maskinum, sum ætlaðar vóru at reka við handamegi, og til nútímans off-sett tøknina, sum í 1970 eisini skifti blýggið út við teldur, kilobyte og Ram.

Slepti partapolitikkinum

Sum øll onnur bløð í heiminum, sum sóu dagsins ljós í 19. øld, so hevði Dimmalætting eitt politiskt endamál at røkja, og hetta merkti blaðið til seinast í 20. øld. Tá floksbýtið var veruleiki í 1906, vísti Dimmalætting Sambandsflokkinum sín stuðul. Hetta merkti allan tann føroyska blaðheimin heilt inn í 1990-ini, tá nakrar journalistiskar rembingar fóru fram í Føroyum. Tað hevði síðani fyrst í 90-unum gingið tann vegin, at blaðið meira og meira fór frá at vera eitt politiskt blað til at vera eitt óheft blað, og í sambandi við blaðstjóraskiftið í 1995, varð støðan og málsetningurin gjørdur greiður – á Dimmalætting var tað journalistikkurin og ikki politikkurin, sum setti dagsskránna.

Kappingin á marknaðinum harðnaði alsamt, og eftir aldarskiftið komu fleiri bløð á marknaðin, millum annað ókeypis lýsingabløð, men eisini internetið gjørdi seg veruliga galdandi. Dimmalætting gjørdi seg út á internetinum, men keypti eisini bløðini Vinnuvitan og Vikublaðið. Vinnuvitan og Vikublaðið fóru bæði á húsagang og á vetri í 2013 var gamla Dimmalæting eisini lýst á húsagang.

Tað gekk eitt heilt ár uttan Dimmalætting, men í august mánaði 2014 gjørdist greitt, at enn ein roynd skuldi gerast at fáa blaðið út aftur, nú sum vikuskiftisblað. Grundstøðið er tað sama, og dentur verður lagdur á at seta tann kritiska journalistikkin aftur í hásæti.