Skrivað hevur: Katrin Erlendsdóttir Mánadagur 8. februar 2010, kl. 22.01, Dimma.fo
Jónleif Sólsker gevst sum venjari hjá mansliðnum hjá VÍF í Atlantic Airways deildini eftir vánaligu úrslitini seinastu umførini. Harald Bjørgvin verður nýggjur venjari, verður sagt í tíðindaskrivi
Sum ein avleiðing av vánaligu úrslitunum hjá Atlantic Airways liðnum hjá VÍF seinastu umførini hevur Jónleif Sólsker tikið avgerð um at gevast sum venjari hjá felagnum. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. Nevnd og leikarar siga seg harmast avgerðina, men hava tikið hana til eftirtektar. Nevnd og leikarar vilja her nýta høvi til at bera Jónleif eina stóra fyri tað arbeiði sum lagt er aftur um bak higartil í kappingarárinum, stendur í skrivinum. VÍF hevur gjørt avtalu við Harald Bjørgvin um átaka sær venjingina av hópinum. Fundur hevur verið við leikararnar í kvøld, har stungið er út í kortið, hvat liggur fyri framman. Sveinbjørn Poulsen og Jákup Durhuus halda fram sum ávikavist hjálparvenjari og liðleiðari.