Í framtíðini kunnu vit prenta lungu og nýru

Í framtíðini kunnu vit prenta lungu og nýru

2017-09-07 10:32 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Granskarar meta, at skjótt fer tøknin at vera før fyri at prenta kropsligar lutir. Her verður bæði hugsað um húð, hár og brósk, men eisini gøgn sum nýru, lungu og eggjastokkar. Hetta kallast bioprentan.
Sumt av hesum hevur fleiri ára útlit til at blíva ein realitetur, men annað av hesum er tað munandi betri líkindi fyri.

Tað eru granskarir frá svenska universitetinum Sahlgrenska Universitetssjukhuset í Göteborg, sum hava tikið bróskkyknur frá knænum á einum sjúklingi, og viðgjørt kyknurnar soleiðis, at tað gerst møguligt at endurprenta kyknurnar til tað ið minnir um menniskjabrósk. Royndir við hesum eru longu gjørdar á mýs, og tað er prógvað at kroppurin á mýsnum fær tikið tað bioprentaða bróski til sín.

Hetta bendir á, at skjótt fer at bera til at leggja bioprentað brósk inn í oyru, næsar og knø á menniskjum. Tað skrivar danska síðan, Ingeniøren.

At kunna framleiða bioprentað brósk er eitt fyrsta fet á leiðini. Granskarir hava ætlanir um, at gerast førir fyri at prenta hópin av øðrum likamslutum. Húð er longu blivið eitt realistiskt mál, og væntar man eisini at hár, hornhinnur og enntá hjørtu fara at gerast møguligt í næru framtíð. Hetta eru øll likamslutir og gøgn við relativt simplum kyknusamansetingum.

Verri eru útlitini fyri gøgnum, so sum nýru, livur og eggjastokkum. Hetta eru gøgn við sera kompleksum kyknusamansetingum og tí meta granskarar, at tað enn er langt á mál, áðrenn tað ber til at prenta hesir likamslutir.

Hetta bendir tó á, at einaferð í framtíðini verður tað ikki neyðugt við gagnsgevum, tí tá verður møguligt at prenta hetta ístaðin. Tað gevur vón til tey fleiri túsund ið árliga doyggja, meðan tey bíða eftir nýggjum gøgnum.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður