Hvør skal fáa heiðurin at fáa fyrstu kærleikskúluna 2017?

Hvør skal fáa heiðurin at fáa fyrstu kærleikskúluna 2017?

2017-10-02 11:43 Author image
Innsent

Á hvørjum árið gevur Dugni út Kærleikskúluna, ið er sniðgivin av einum av okkara mætu listafólkum. Í hesum sambandi verður á hvørjum ári fyrsta Kærleikskúlan handað einari virðiligari fyrimynd innan vælgerandi endamál.

Viðkomandi skal á onkran hátt hava skarað framúr innan sítt øki og hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum. Vinnarin skal hava gjørt eitt serligt átak ella hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Stýrið fyri Dugna heitir á fólk um at senda uppskot inn til Dugna, ið síðani velur millum innkomnu uppskotini, hvør skal fáa heiðurin. Stýrið kann velja annan enn ein av  innkomnu uppskotunum.

Til ber at senda inn uppskot fram til 15. oktober á www.dugni.fo undir Kærleikskúlan 2017.

Hátíðarløtan, har fyrsta kærleikskúlan verður handað, verður í Listaskálanum 28 november, og freistin at senda inn uppskot er sett til 15. oktober 2017.

Meira langlesnaður