Hvør er Elena Ferrante?

Mynd: Permumyndin til "Min geniale veninde"

Hvør er Elena Ferrante?

2017-09-12 15:33 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Elena Ferrante er rithøvundurin handan populeru Napolirøðina. Tað eru fýra bøkur ið umfata "Min geniale veninde", "Historien om et nyt navn", "Dem der flygter og dem der bliver" og "Det forsvundne barn". Bøkurnar eru blivnar seldar í milliónatalið. Men ongin veit hvør persónurin handan skaldanavnið Elena Ferrante er.

Nú eru bøkurnar hjá umleið 40 italienskum rithøvundum blivnar fínkembdar, fyri at kanna eftir líkheitum til bøkurnar hjá Elenu Ferrante. Tað skrivar danska blaðið, Politiken.
Umleið 150 bøkur eru blivnar analyseraðar av granskarum, og meta granskararnir, at teir skjótt koma á mál. Har er ein rithøvundur ið stingur framúr, nevniliga Domenico Starnone. 

Granskararnir eru ikki 100% vísir í hesum, men teir flestu tykjast vísir í at Starnone hevur havt onkran leiklut í útgávuni av bókunum eftir Elenu Ferrante. Analysur vísa, at har eru nógvar líkar orðingar og orðaval ímillum bøkurnar hjá Starnone og Ferrante. 

Starnone sjálvur avnoktar at hava nakað við hetta at gera.

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður