Hvar er viljin til at samráðast?

Hvar er viljin til at samráðast?

2017-11-12 17:57 Author image
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Tað eru ikki samráðingar, tá Fíggjarmálaráðið hevur avgjørt frammanundan, hvat lønin skal verða, og noktar at flyta seg ein tumma. Hetta er brot á fría samráðingarrættin.

Einki fakfelag kann góðtaka, at Fíggjarmálarráðið ikki virðir hendan rættin.

Fíggjarmálaráðið tykist sera áhugað í at samráðast í miðlunum og borðreiðir við tølum av alskyns slag. Hendan fløkja av tølum tykist mest ætlað at skula taka fokus frá veruligu støðuni.  At Fíggjarmálaráðið ikki virðir rættin hjá fakbólkum at samráðast hvør sær.

Okkara limir fáa nógv minnið í løn enn aðrir starvsbólkar við samsvarandi útbúgving og ábyrgd. Orsøkin er ongin onnur enn ein søguligur skeivleiki. Fíggjarmálaráðið krevur við sínum treiskni, at vit bara skulu góðtaka henda skeivleika.

Okkara áheitan er enn sum áður, at Fíggjarmálaráðið letur upp fyri lønarsamráðingum. Tað gevur lítla meining at skýra okkara krøv met høg, tá man als ikki nakrantíð hevur viljað samráðst um nøkur lønarkrøv.

Nú er tíð at rætta skeivleikan! 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður