Hús til sølu fyri eina evru

Mynd: epa.eu

Hús til sølu fyri eina evru

2018-01-02 10:16 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tað tykist vera ein veksandi trendur í ymsum býum í Evropa, at nú kanst tú keypa gomul, forfallin hús, ið standa tóm, fyri bert eina evru. Ensku býirnir Liverpool og Stoke-on-Trent og italski býurin, Gangni, byrjaði við hesum, fyri at skapa nýtt lív og fáa nýggjar skattgjaldarar í býin. Nú fylgir franski býurin og kommunan, Roubaix, við. Tað upplýsir DR.

Fyrr í tíðini var Roubaix høvuðsstaðurin fyri alla tekstilframleiðslu í Fraklandi. Býurin pumpaði av virksemi, hevði stórar verksmiðjur og nógv starvsfólk. Í dag minnir býurin um ein spøkilsisbý og ber spjaldrið "fátækasti býurin í Fraklandi". Arbeiðsloysið liggur um 30 prosent, og 45 prosent av íbúgvunum í býnum liva undir franska fátækramarkinum, ið er umleið 7300 danskar krónur.

Men hendan trupulleikan hevur býarstýri í kommununi, Roubaix, sett sær fyri at loysa. Ein liður í hesum er, at selja gomul, tóm og forfallin hús fyri eina evru. 7,5 danskar krónur. Eitt slíkt keyp kemur við treytum. M.a. bindir man seg til at vera búsitandi í kommununi næstu sjey árini eftir húsið er keypt, og húsið skal setast í stand fyri umleið hálva millión danskar krónur. Man skal eisini hava fast starv í økinum.

Nógv vísa á, at tað ikki tænir nøkrum endamáli, at selja hús fyri eina evru, um tú alíkavæl skalt brúka hálva millión uppá at seta húsini í stand. Býarstýri vísir tó á, at tað er munandi lættari at fáa lán uppá ístandsetan um tú hevur eitt húsaskeyti, heldur enn um tú bert hevur eina lága inntøku.

Franska kommunan byrjar við at seta 18 hús til sølu fyri eina evru í januar mánaða. Um alt gongur væl, eru fleiri hundrað hús eftir, ið eisini kunnu setast til sølu eftir sama prisi og somu treytum.

Meira langlesnaður