Hundur drap fýra hønur

Hundur drap fýra hønur

2017-12-09 09:18 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Byrjanin uppá vikuskiftið hevur sum heild verið friðarlig hjá løgregluni. Klokkan fimm í morgun bleiv ein tikin fyri rúsdrekkakoyring í Tórshavn. Eisini funnu løgreglan ein, ið var avdottin úti í kavanum, og fingu hann heim til hús.

Nøkur smærri ferðsluóhapp hava eisini verið, vegna hálku.

Og í gjárkvøldi, í Havn, kom ein maður fram á ein hund, ið vísti seg, at hava gjørt av við fýra av teimum seks hønunum, ið hann átti. Eigarin av hundinum er nú blivin skuldsettur fyri brot á hundalógina og fyri at hava gjørt skaða. Hann skal nú gjalda eina bót umframt at betala eigaranum av teimum deyðu hønunum aftur.

Meira langlesnaður