Hugleiðingar í sambandi við greinina ”Nakrir tankar um føroyskt bátasmíð og ferðavinnu”

Hugleiðingar í sambandi við greinina ”Nakrir tankar um føroyskt bátasmíð og ferðavinnu”

2017-12-01 12:41 Author image
Svenning av Lofti

Ein sera áhugaverd grein, sum skyldmaðurin Poul Hansen skrivaði í Dimmalætting 10. november 2017, um týdningin at varðveita føroyskt bátasmíð og at fara væl um náttúru okkara.

Poul er náttúrumaður. Sama er at siga um pápa hansara, Aksel, sum var trímenningur mín. Ommur okkara á vóru systrar, døtur Óla bónda Ellingsgaard í Garði á Eiði. Eg minnist sum smádrongur, at Aksel og beiggin Hans, plagdu at koma ríðandi til Eiðis – helst við mjólkabátunum úr Havn norður til Oyrar. Á Eiði búðu teir hjá  ógifta mammubeiggjanum Óla í Pálsstovu og ógiftu mammusystrunum, Olgu og Dortheu, sum høvdu gamla handilin eftir pápa teirra, Hanus í Pálsstovu, ið er varðveittur og stendur sum eitt barnaminni hjá mær og mongum, sum plagdu at keypa í hesum handlinum.

Poul Hansen og eg hava ikki so sjáldan verið á fjalli saman í hagapartinum ”fyri sunnan Vál,” har uppi í Slættaratindi á Eiði. Hann er raskur fjall- og gongumaður.

Í samband við føroyskt bátasmið, so var tað gerandissjón hjá mær, í barnaárunum, at síggja bátasmiðin Jóhannes í Miklagarði byggja bátar í kjallarnum í samkomuhúsinum Mizpa, somuleiðis fosturson hansara, Simun Jóhan Wolles.


Heilaga landið

Eg taki undir við meginhugsanini, ið Poul ber fram í greinini í Dimmu, sum er sprottin av alski hansara til náttúruna og føroysku søguna. Havi tó eina lítla viðmerking til hetta brotið, ið hann skrivar í samband við undiryvirskriftina ”Heilaga landið”, har hann sigur:

”Nógv nevna Ísrael tað heilaga landið........Í mun til at ganga í sandalum, fáa sand millum tærnar og síggja gamlar hettuklæddar menn, sum hvørki virða kvinnurættini ella demokrati, standa við ein gamlan múr og gráta...Tí sært tú ikki Várharra í óspiltu náttúruni, sært tú hann heldur ikki við Grátimúrin.”

Eg vil bert viðmerkja, at Poul Hansen í brotinum omanfyri helst sipar til teir ortodoksu jødarnar, sum ganga í dimmum, síðum frakkum, lodnum og høgum  húgvum, ella dimmum og høgum hattum, ið er siðbundin búni frá jødisku forfedrunum í eystureuropeisku londunum.

Tað er rætt, at nógvir av hesum serstaka ortodoksu jødarnir, hava sínar løgnu hugsanir um mangt og hvat. Summir viðurkenna sjálvt ikki ísraelska ríkið, tí fyri teir er bert eitt ríki: Guds ríki. Men teir eru tó umboðaðir í ísraelska tinginum Knesset, har teir eru noyddir at viðurkenna demokratisku stýrisskipan Ísraels, ið ikki er at finna nakrastaðni í londunum í miðeystri.

Tá ið Poul nevnir hesar hettuklæddu mennnar, sum hvørki virða kvinnurættindi ella demokrati, so eru hesir menn ein evarska lítil minniluti í heilaga landinum, sum hevur hesar hugsanir. Slíkar minnilutahugsanir finnast í øllum londum – og demokratið loyvir slíkum og øðrum løgnum hugsanum.

 
Grátimúrurin

”Grátimúrurin” er vestursíðan á múrinum kring gamla tempul Ísraels, men ”Grátimúrurin” er helst ikki rætta heitið. Heldur eigur hesin múrin at verða nevndur ”Bønarmúrurin”. Tí tað er júst tað hann er.  Jødar í dag koma ikki hagar at gráta, men at biðja. Jerusalem saman við seinasta templi Ísraels varð lagt í oyði av Titusi ár 70 eftir Kristus.

Seinni var so múrurin kring templið grivin fram og síðani hava jødarnir savnast við hendan múrin – ikki fyri at gráta, men biðja – og tað gera teir enn tann dag í dag, tí nærri templinum kundu teir ikki koma. Møguliga vóru onkrir jødar, ið grótu um mista templið, men í dag er hesin múrurin eitt bønarstað, har sjálvt ríkisleiðarar úr øðrum londum koma at stappa bønarlepar inn í millum steinarnar í hesum múri.

Jødarnir hava ikki havt nakað tempul hesi seinastu 2000 árini. Men júst hesir ortodoksu jødarnir tala í álvara profetiska orðið um at endurreisa tempul Ísraels. Profetar Ísrael boðað frá, at enn einaferð verður tempul reist á Moria fjalli, har tempul Israels hava staðið, bæði tempul Salomons og tempul Zerubbábels, sum seinni var endurreist av Heródesi hinum stóra -  templið, ið var á døgum Jesusar.

Fyri fyri fimti árum síðani – undir 6-daga krígnum í juni 1967 –  tók jødiska hermegin eystara partin av Jerusalem og Grátimúrin frá kongaríkinum Jordan. Tá sluppu jødarnir - eftir 19 ára jordanskan stongsil – aftur fram at Grátimúrinum at biðja, sum teir gera dagin í dag.

Meira langlesnaður