Horizon 2020 komin í helvt

Horizon 2020 komin í helvt

2017-09-05 10:42 Author image
Turið Nolsøe

Horizon 2020 er rammuskráin hjá ES kommissiónini fyri árini 2014-2020, har tað sambært umsókn verður játtaður fíggjarligur stuðul til gransking, menning og nýskapan. ES hevur hervið eina av størstu fíggjarætlaninum til gransking og nýmenning í heiminum, sum er 75 milliardir evrir.

Í sambandi við at komið er miðskeiðis í skránni hava fleiri lond mett um støðuna og eisini latið ES kommissiónini niðurstøður úr nationalum nøgdsemiskanningum. Hetta skrivar Granskingarráðið, á heimasíðu teirra gransking.fo.

Í Noregi er høvuðsniðurstøðan, at norskir luttakarar og myndugleikar eru vælnøgd við Horizon 2020 og at skipanin virkar betri enn undanfarna skrá, FP7. Mett verður, at tað hevur eydnast væl at samantvinna gransking og nýskapan og harvið fáa granskarar, vinnulív, tað almenna og samfelagið at virka saman.

Horizon 2020 hevur móttikið fleiri enn 100.000 umsóknir, sum er ein øking uppá 65% í mun til árliga talið av umsóknum í FP7. Talið av umsóknum er væl hægri enn tøka játtanin, og tað sæst aftur í talinum av avbera góðum umsóknum, sum tíverri ikki fáa stuðul. Út frá hesum ber til at staðfesta, at umsøkjarar nýta ov nógva tíð til at skriva umsóknir, sum ikki fáa stuðul.

Stuðulsmóttakararnir eru hægri lærustovnar og granskingarstovnar, sum samlað sæð higartil hava móttikið 64,9% av játtanunum, privata økið hevur móttikið 27,7% og almennir myndugleikar og aðrir felagsskapir hava móttikið 7,3%.

23,9% av samlaðu játtanunum eru farnar til smáar og miðalstórar fyritøkur og er tað meira enn væntað. Meira enn helvtin av luttakarunum søkja fyri fyrstu ferð.

Føroyar hava atlimaskap í Horizon 2020, tí luttaka føroyingar á jøvnum føti við umsøkjarar úr ES londum.

Føroyska luttøkan higartil er nøktandi í mun til okkara umhvørvi, tó at øll øki og evni ikki eru eins væl umboðaði. Higartil eru umleið 50 umsóknir sendar inn og fleiri enn 10 verkætlanir hava fingið játtað fíggjarligan stuðul.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður