Heimsins størsta flogfar ivasama framtíð

Mynd: EPA-EFE/Friedemann Vogel

Heimsins størsta flogfar ivasama framtíð

2017-12-31 13:31 Author image
Emil Jacobsen

Tað kostaði franska Airbus 11 milliardir evrur at menna flogfarið A380, sum er heimsins størsta ferðafólkaflogfar. Men nú er vandi fyri, at framleiðslan av Airbus A380 heldur uppat.

Airbus bíðar eftir svari frá flogfelagnum Emirates, sum hevði í hyggju at bíleggja 36 flogfør av hesum slagnum, men nú er ivasamt, um avtalan verður til nakað. Og um Emirates hoppar frá, fer Airbus helst at niðurleggja framleiðsluna av A380-flogførunum.

Hetta veit blaðið The Telegraph, sum hevur tosað við álítandi keldur hjá Airbus.

A380-airbussurin varð gjørdur til at kappast við Boeing 747 og kann taka millum 525 og heili 853 ferðafólk, alt eftir hvussu kabinurnar eru gjørdar.

Emirates eigur longu nærum 100 flogfør av hesum slagnum, og hóast 11 onnur flogfeløg, eitt nú British Airways og Etihad, eisini brúka A380-airbussin, so ivast Airbus í, um tað loysir seg at gera fleiri flogfør av hesum slagnum, um bíleggingin frá Emirates ikki kemur. Emirates eigur 101 A380-flogfør. Tað er væl meira enn tey 18 flogførini hjá Singapore Airlines, sum eigur næstflest.

Um framleiðslan av Airbus A380 heldur uppat, kann virðið á verandi flogførunum eisini minka. Og sjálvt um flogfør sum hesi við tveimum dekkum og fýra motorum eisini komandi árini helst fara at flúgva longri teinar so sum London-Dubai, eru flogfeløg í alsamt størri mun farin at brúka meira nýmótans flogfør.

Meira langlesnaður