Heilsustarvsfólk og sálarlig heilsa á skránni

Mynd: Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsustarvsfólk og sálarlig heilsa á skránni

2017-08-31 13:20 Author image
Innsent

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur verið á fundi í Nuuk saman við heilsumálaráðharrunum í Íslandi og Grønlandi. Tað upplýsir Heilsu- og innlendismálaráðið í skrivi sent miðlunum.

Á fundinum hava heilsumálaráðharrarnir umrøtt eina røð av málum, sum hava felags áhugað. Sirið Stenberg sigur, at hóast londini eru sera ymisk í nógvar mátar, so er tað nógv, sum vit kunnu læra av hvørjum øðrum og samstarva um. Sum dømi nevnir Sirið Stenberg, at heilsumálaráðharrarnir hava kunnað hvønn annan um, hvat verður gjørt í teimum einstøku londunum fyri at rekrutera heilsustarvsfólk til heilsuverkið. Heilsumálaráðharrarnir hava eisini umrøtt sálarliga heilsu – og serliga hvat kann gerast fyri at fremja sálarliga heilsu millum børn og ung. harumframt hava teir umrøtt fyribyrging og fólkaheilsu sum heild.

Sirið Stenberg sigur, at fundurin millum heilsumálaráðharrarnar hevur verið sera áhugaverdur, og at teir allir hava fingið íblástur til tiltøk á heilsuøkinum.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður