Heili 63 umsøkjarar til ferðaleiðaraskeið

Mynd: Miðnám í Vestmanna

Heili 63 umsøkjarar til ferðaleiðaraskeið

2017-09-01 09:27 Author image
Innsent

Tá freistin var úti síðsta mánadag at søkja um upptøku á ferðaleiðaraskeiðið í Vestmanna, vóru 63 umsóknir komnar. Í mesta lagi 24 fólk kunnu byrja á fyrsta skeiðnum, so størri parturin av umsøkjar­unum sleppur ikki við í fyrstu syftu. Miðnám í Vestmanna miðjar eftir, at allir umsøkjararnir hava fingið svar um vikuskiftið. Enn er ógreitt um og nær skipað verður fyri fleiri skeiðum.

- Stórur tørvur er á útbúnum ferðaleiðarum í Føroyum, og áhugin fyri at útbúgva seg innan ferðavinnuna er samsvarandi stórur, siga tey á Miðnámi í Vestmanna.  

Nýggja skeiðið er umleið 200 undirvísingartímar samanlagt, har umleið tveir triðingar eru ástøðilig undirvísing, meðan seinasti triðingurin er skipaður sum vistarskeið, vitjanir og túrar.

Skeiðsrøðin byrjar longu mikukvøldið 6. september og endar í mai 2018. Ástøðilig undirvísing verður mikukvøld frá kl. 18.15 til 21.30, meðan tann praktiski parturin verður skipaður í vikuskiftum. Skeiðsluttakarar hava møtiskyldu, og skeiðið endar við próvtøku.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður