Havn: Nógv burturkast liggur og rekst

Mynd: torshavn.fo

Havn: Nógv burturkast liggur og rekst

2017-12-01 13:35 Author image
Leif Láadal

Sera nógv byggivirksemi og útstykkingar eru í gongd í Tórshavnar kommunu, og tað er gleðiligt. Men í sambandi við nógva byggivirksemið fær kommunan tíverri fleiri fráboðanir um, at nógv burturkast liggur og rekst - eitt nú við oman Gil og Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni. 
Talan er um plast, flamingo og annað, sum flýgur um grannalagi.
Kommunan heitir tí á øll, ið byggja, um at taka ábyrgd fyri sínum burturkasti. Ánarar skulu tryggja tilfar og burturkast fyri vind og flyta burturkast á Brennistøðina á Hjalla.

Meira langlesnaður